HB vann fyri 10. ferð á rað

Fuglfirðingar vístu hugburð og avrik, ið ikki minti um tað, sum kann roknast frá tí niðasta á støðutalvuni

Tað endaði 1-0, tá ið HB í kvøld hevði vitjan av ÍF. HB er topplið við 30 stigum, og ÍF er aftast við trimum stigum.

 

Støðutalvan kundi lagt upp til, at talan var um heilt stóran mun á liðunum, men soleiðis var tað ikki.

 

HB miðvallarin Sammy Skytte skoraði einsamalla málið, tá ið tað vóru tíggju minuttir eftir av fyrra hálvleiki. Úr vinstru í brotsteiginum sendi hann bóltin flatt og umvegis handara stólpan í málið. Fuglafirðingar vóru misnøgdir, tí ein av teirra lá skaddur í brotsteiginum, tá ið Sammy Skytte royndi seg við skoti.

 

HB sigurin var tann tíggjundi á rað í landskappingini og haraftrat hevur HB vunnið í steypakappingini bæði ímóti KÍ og EB/Streymi (eftir longda leiktíð). Mikukvøldið fer HB at spæla fyrru hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Tað verður á heimavølli ímóti Víkingi.

 

ÍF vísti fínan hugburð, og leikliga avrikið var nógv betri, enn tað kann roknast við av liði, sum ongan dyst hevur vunnið, og sum er niðast á støðutalvuni við trimum stigum.

 

ÍF verjan var væl skipað, og tá ið Jhon Mena, Dánjal á Lakjuni og Uros Stojanov bjóðaðu av í álopi, vóru tað fleiri ferðir spentar støður og onkur málmøguleiki í HB brotsteiginum.

 

Hjá heimaliðnum var tað merkisvert, at bæði Magnus Holm Jacobsen og Ári Mohr Jónsson, sum higartil ikki hava átt nakran leiklut, tí teir hava verið skaddir, vórðu skiftir inn, tá ið tað restaðu sjey minuttir.