Heðin og Elin – faðir og dóttir stilla upp til býráðsvalið

Heðin Mortensen og dóttirin Elin Heðinsdóttir Joensen vera bæði á listanum hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið í Havn

Tað vátta tey bæði í dag. Fyrr í morgun boðaði Heðin Mortensen frá her á in.fo, at hann stillar upp einaferð afturat til býráðsvalið í Havn. Tað verður 14. ferð, at hann stillar upp – og verður hann valdur og situr eitt skeið afturat, so hevur hann sitið í Tórshavnar býráð í samfull 56 ár.

– Vit hava tosað um tað, og vit halda tað ikki vera nakran trupulleika, at vit bæði stilla upp, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.

– Vit eru hvør sítt ættarlið og tað er als ikki vist, at vit venda okkum til júst teir somu veljararnar, sigur hon.

– Eg havi hugsað nógv um at stilla upp, og eg haldi, at tíðin er tann rætt nú. Eg skilji væl pápa mín, at hann ikki hevur hug at gevast, tí hann er so væl fyri og hevur tað so gott, so eg skilji væl, at hann vil vera við til at enda fleiri av teimum stóru verkætlanunum, sum eru í gongd, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.

Spurd hvørjum málum, hon brennir fyri, so nevnir hon sum tað fyrst frítíðarkortið, sum hon heldur hevur stóran týdning at lata børnum og ungum.

– Tað er eitt tað fyrsta, eg hevði farið eftir, tí tað er sera fyribyrgjandi upp á so nógvar mátar, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.

 

Lesið eisini: Heðin tekur fegin eitt tørn afturat

Hon nevnir eisini ung í arbeiði, sum hon kundi hugsað sær at ment enn meira, og kanska fingið tey eldru ungu inn í eldrarøktina og dagstovnarnar eisini, so tey kunnu fáa innlit í og virðing fyri tí arbeiðinum eisini.

Hon nevnir eisini forskúlar, sum heldur skuldu verið sum tilboð á øllum skúlum og vísir eisini á, at nógvar av skúlastovunum í dagstovninum eisini eru sera góðar.

Hon vil eisini hava gongd arbeiði at gera bíligar bústaðir, eisini lutaíbúðir, so lættari verður hjá ungum at seta føtur undir egið borð. Hon nevnir eisini grøn øki í kommununi, at gera lendisgøtur og góð spælipláss, og skiljing av ruski á brennistøðum.

Spurd um hon hevur stundir til býráðsarbeiði, verður hon vald, tí hon er ÍSF forseti, so heldur ikki tað vera ein trupulleika.

– Eg havi nógv góð fólk rundan um meg har eisini, so tað fer at ganga, sigur hon.

– Eg føli sum sagt, at tíðin hjá mær nú er tann rætt at stilla upp. Eg havi hugsað um tað í eini tí, at hetta er tað eg ætli mær, sigur Elin Heðinsdóttir Mortensen, sum púra greitt ikki heldur tað vera nakran trupulleiki, at pápi hennara, Heðin Mortensen, og hon bæði eru á listanum.

Tað hava vit tosað um. Vit kappast ikki men fara at hjálpa hvørjum øðrum, sigur hon.