Heimasigur og FC Suðuroy er ovast á talvuni

1. DEILD. KÍ var eftir steðgin fleiri ferðir um reppið at javna, og so staðfesti FC Suðuroy heimasigurin við brotssparki í síðstu sekundunum

Skíggjamynd FC Suðuroy á youtube

Tað endaði við 2-0 heimasigri, tá ið FC Suðuroy í dýrdarveðrinum á Vágseiði tíðliga seinnapartin hevði vitjan av næstbesta KÍ liðnum. Fleiri av ungu KÍ spælarunum eru í summar leigaðir út til feløg í Eysturoy – ÍF, B68 og EB/Streym – og tí er spurningurin, hvussu tað fer at hilnast hjá KÍ liðnum í 1. deild.

 

FC Suðuroy var favorittur, og FC Suðuroy vann 2-0. Fyrra málið skoraði Fríði Holm miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Heimamenninir royndu at pressa KÍ frammarlaga á vøllinum, og Fríði kom ímillum afturlegging. Við síðsta sparkinum í dystinum staðfesti Fríði Holm 2-0 heimasigurin við brotssparki. Hetta var 10. málið hjá Fríða, sum nú er toppskjútti í næstbestu deildini.

 

Sigurin ber við sær, at FC Suðuroy í løtuni er ovast á talvuni við 33 stigum. B36 hevur 30 stig. Málmunurin hjá bæði FC Suðuroy og B36 er +14. Í løtuni spælir B36 ímóti TB í Gundadali.

 

KÍ spælararnir hava loyvi at vera vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna stig. Í fyrra hálvleiki gekk tað javnt á, og í seinna hálvleiki var KÍ leikliga omaná, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Rasmusi Olsen í málinum hjá FC Suðuroy.

 

Mikukvøldið fer KÍ, sum er á áttanda plássi við 15 stigum, at spæla útsettan dyst á heimavølli ímóti B71.

 

Næsti dystur hjá FC Suðuroy verður um eina viku, tá ið næstbesta liðið hjá HB verður vertur í Gundadali.

 

 

 

Skíggjamynd FC Suðuroy á youtube