Her er brævið Kristin Michelsen er so illur um

Kristin Michelsen hevur googlað seg fram til, at »fallos« ikki er eitt pent orð at seta á seg

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri er sera firtin um eitt lesarabræv, sum Rósa Heinesen, stjóri á Miðnámi í Suðuroy, hevur skrivað um kommunusamanlegging í Suðuroy.

 

Lesarabrævði hevur heitið: »Kommunusamanlegging: Ein fallos og annar!«.

 

Hann krevur eina treytaleysa umbering frá Rósu Heinesen, annars fer málið víðari, og hann hevur sett ein advokat at kanna dómar í slíkum málum.

 

Her er lesarabrævið hjá Rósu Heinesen:

 

Kommunusamanlegging: Ein fallos og annar!

 

Á Tvøroyri valdar framvegis ein høvdingamentan. Borgarstjórin er stórur og sterkur, mansligur Maður (ja, við stóra M). Vit síggja líknandi Menn aðrastaðni, úti sum heima. Og framvegis eru nógv, ið seta sítt álit á hesar Menn. Tí teir eru stórir og sterkir. Teir skulu nokk!

 

 

 

Eg var á borgarafundi í Salt, har semjuskjalið millum Tvøroyrar og Hvalbiar kommunur varð lagt fram. Sum flestu áhoyrarar løgdu merki til, vóru nógvar spennandi ætlanir, serliga fyri Hvalba, og fólk fregnaðust eftir at vita, hvat Tvøroyri fer at fáa burtur úr hesi samanlegging.

 

Afturvendandi svarið frá borgarstjóranum á Tvøroyri var: Okur verða STÓR. Okur verða fjórðstørsta kommuna í Føroyum!

 

Eg kundi ikki lata vera við at síggja fyri mær, tann STÓRA skorsteinin, sum sami borgarstjóri ætlar at reisa sum nýtt eyðkenni fyri Tvøroyri. Ongin í Føroyum fer at eiga líka stóran skorstein, sum vit!

 

Kanska eg eri umskyld sum konufólk, men orsaka meg, eg skilji ikki hesa trongdina eftir at samanlíkna stødd...!

 

Er tað veruliga soleiðis, vit ætla at venda gongdini í Suðuroy?

 

Sum tilflytari á Tvøroyri og forkvinna í felagnum Livilig kor, sum mótmælir omanfyrinevnda skorstein v/ mjølfabrikk, fái eg nógvar ákoyringar. “Tvøroyri hevur altíð verið fiskivinnubýur og tað fara okur altíð at vera!” ... “Uttan Varðan Pelagic var Tvøroyri steindeytt!” O.s.fr.

 

Samstundis stendur borgarstjórin nú og viðurkennir, at Tvøroyri ER steindeytt - um vit ikki leggja saman við Hvalba!

 

“Okkurt má gerast!” Og tað “okkurt” er eftir øllum at døma samanlegging. Umframt mjølfabrikk.

 

Á borgarafundinum spurdi ein borgari: Hvat er ætlanin at gera fyri at fáa ung fólk og barnafamiljur at støðast her?

 

Allastaðni kring okkum seta arbeiðarar krøv. Vit hava júst verið vitni til eitt verkfall við krútsterkum verkafólki, sum eisini vunnu sær betri kor og tað er teimum so dyggiliga unt.

 

Somuleiðis setur dagsins ungdómur stór krøv við atliti at lagaligum arbeiðsumstøðum, frítíð og góðum sømdum.

 

Men ikki á Tvøroyri. Her er kinesiski arbeiðsmoralurin í hægri metum enn tann skandinaviski. Man má ikki seta spurnatekin við miskunnsama arbeiðsgevaran. Gera vit tað, er deyðin í durinum! Vit skulu góðtaka og vera takksom fyri, at fleiri láglønt, óstøðug fabriksstørv eru á veg við 12-tímars vaktum, dag- og náttarvaktum, sum annars bara eru lokkandi fyri útlendingar, ið koma frá uppaftur verri korum.

 

Tað er eitt óhugnaligt hjálparloysi yvir hesum hugburði. Eitt er at vera raskur arbeiðsmaður. Nakað heilt annað er at vera trælur, sum ikki kann seta nøkur krøv um sømilig arbeiðskor ella hava nakran kritikk av “náðini” úr Gøtu.

 

Megna vit veruliga ikki meira í Suðuroy?

 

Higartil hevur Varðin Pelagic fingið status sum frelsari á Tvøroyri. Tað næsta er nú samanlegging, sum av sær sjálvum skal bjarga Suðuroy. Minkandi fólkatal í kommununi? Lætt - Vit leggja saman við Hvalba. So er íbúgvaratalið vaksið og vit eru nú STÓR!

 

Nei, hetta er sjálvandi ikki haldbart. Tíðin er farin frá høvdingum, sum berjast og samanlíkna stødd. Eins og tíðin er farin frá, at fabriksstørv lokka fólk til ein bý.

 

Suðuroyggin má stíga inn í 21. øld og fevna fjølbroytta marknaðin í vitanarsamfelagnum, sum langt síðan er komið til restina av Føroyum - eins og fólkavøksturin.

 

Í vitanarsamfelagnum er tað innlit, nýhugsan og burðardygg nýskapan, ið skapa virði.

 

Lyklaorðið er fjølbroytni. Ein fjølbroyttur búskapur veitir fjølbroyttar møguleikar fyri inntøku hjá einum fjølbroyttum skara av fólki. Og ein fjølbroyttur skari av fólki er eitt virði í sær sjálvum. Fjølbroytni skapar tann víða sjónarringin, sum sær tingini úr nýggjum sjónarhornum, skapar nýtt og veitir nýggjar møguleikar eins og førleikar.

 

Ja, “okkurt” má sanniliga gerast og tað “okkurt” má vera okkurt annað enn tað sama, sum vit hava gjørt tey seinastu 20 ella 50 árini!

 

Skulu vit tosa um samanlegging, eigur tað sjálvsagt at vera øll Suðuroyggin, sum er fjølbroytt og hevur stórt potentiali fyri vøkstri bæði í búskapi og fólkatali. Suðuroyggin er serstøk á nógvum økjum bæði landafrøðiliga og mentanarliga. Hon er einasta oyggj í Føroyum, sum kann breggja sær av at vera 100% grøn stóran part av tíðini. Hon er avbyrgd frá nógvum, sum vit longjast eftir á meginøkinum, men hon er eisini avbyrgd frá nógvum minni góðum viðurskiftum norðanfyri, t.d. tí stressaða gerandisdegnum og høgu sethúsaprísunum.

 

Vit skulu læra okkum at gagnnýta hesa serstøðu og síggja fyrimunirnar. Vit mugu hugsa nýtt og burðardygt umhvørvisliga, búskaparliga og sosialt. Tað er fólkið, sum skapar virði fyri hvønn annan og fólkið, sum skapar trivnað, hugna, menning og áhuga.

 

Tí má býráðið - sum er valt av fólkinum - eisini hugsa fyrst og fremst um fólkið! Hvat fær fólkið at støðast? Hvat fær barnafamiljur og ungdóm at velja oynna til? Tað ger eitt fevnandi, samstarvssinnað býráð, sum vil skapa karmar um livilig kor, fjølbroytni og nýskapan.

 

Sum so nógv hava ført fram, eru flestu suðuroyingar fyri eini samanlegging av allari oynni. TAÐ gevur meining. Men syðra helvt hevur ongan áhuga í at leggja seg inn undir Mannin, sum vil hava vald heldur enn samstarv. Sjálvsagt vilja tey ikki tað.

 

Tí fari eg at atkvøða ímóti samanlegging við Hvalba, men fyri samanlegging av allari Suðuroy, tá ið fólk, sum veruliga ynskja samstarv og menning, sleppa framat.

 

 

 

Rósa Heinesen

 

Tilflytari á Tvøroyri

 

Mamma at tveimum spildurnýggjum suðuroyingum

 

https://www.in.fo/news-detail/kommunusamanlegging-ein-fallos-og-annar