Nýtt forboð: Hesar chili-nudlurnar eru alt for sterkar

Í Danmark hevur man nú valt at forbjóða sølu av populeru nudlunum - sum eisini verða seldar í Føroyum.

Fleiri hava roynt hesar nudlurnar - men tað eru nokk ikki so nógv, sum veruliga dáma tær. Tí tær eru nevniliga ótrúliga sterkar.

 

Og tað kann vera vandamikið, sambært danska matvørumyndugleikanum Fødevarestyrelsen.

 

Í einum tíðindaskrivi skrivar Fødevarestyrelsen, at summar av hesum nudlunum hava so mikið stórt "capsaicin", at tað kann geva bráfeingis eitran.

 

Her er talan heilt neyvt um sløgini: ”Samyang Buldak 3x Spicy & Hot Chicken, ”Samyang Buldak 2x Spicy & Hot Chicken” og ”Samyang Buldak Hot Chicken Stew”.

 

Nakrar av hesum eru eisini at fáa í Føroyum, vita vit – millum annað í handlunum, ið selja asiatiskar vørur.

 

Hesar nudlurnar eru millum annað kendar á sosialu miðlunum, eitt nú TikTok, har børn og ung bjóða hvørjum øðrum av í at eta nudlurnar.

 

Men hetta sterka chilli'ið kann vera heilsuvandamikið, serliga fyri børn, og tí hevur danska Fødevarestyrelsen nú valt at forbjóða handlum at selja nudlurnar.

 

Um sama forboð verður galdandi í Føroyum, vita vit ikki enn.

 

##med2##