Hetta eru íbúðirnar hjá Mark í Skálavík

- Raðhúsini fara at lúka strangastu umhvørviskrøv við tað, at verkætlanin er svanamerkt, sigur Mark, sum byggir tíggju raðhús í Skálavík

Fyrr í dag lósu vit á In.fo, at íbúðareindirnar hjá Mark til íbúðirnar, sum fyritøkan nú byggir í Skálavík, eru komnar til landið og verða nú koyrdar til Skálavíkar, har fundamentini standa klár at seta íbúðirnar á.

 

Á heimasíðuni hjá Mark verður sagt, at tey í fyritøkuni gleða seg til at bjóða fólki inn í húsini, tá hesi standa liðug seinni í heyst, og á heimasíðuni ber eisini til at skriva seg upp til íbúðirnar, sum verða tíggju í tali.

 

- Her verða tíggju svanamerkt raðhús, sum eru 96 fermetrar til støddar, umframt bilhús, sum er á 25 fermetrar, goymslurúm á sjey fermetrar og terassu, sum verður umleið 16 fermetrar.

 

Mark vísir á, at tilsamans er talan um 144 fermetrar, og nýggja heimið fer at lúka strangastu umhvørviskrøv við tað, at verkætlanin er svanamerkt, sum tað verður rópt. 

 

- Svanamerkið er almenna umhvørvisgóðkenningin í norðurlondum, og krøvini eru tí serstakliga høg.

 

Víst verður á, at strong krøv eru sett til lidna bygning, bæði hvat viðvíkur dagsljósi, ventilatión, og hvussu bygningurin er tryggjaður móti fukti.

 

- Bæði byggitilfar, spartl, máling, lím, lakk og oljur eru neyvt valdar. Tað sama er galdandi fyri rør, el-leiðingar, gólv og veggir, vindeygu, ventilatión og møblar í køki og baðirúmi, sigur Mark.

 

##med2##

 

Lagt verður aftrat, at raðhúsini eisini verða bygd eftir nýggjastu byggireglugerðini.

 

- Øll húsini hava egna inngongd, og tvey hús verða serliga bygd til fólk við serligum avbjóðingum og soleiðis við rørsluvinarligum umstøðum, siga tey hjá Mark á síni heimasíðu um tey tíggju raðhúsini, sum nú verða bygd í Skálavík.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/ibudareindirnar-hja-mark-eru-komnar-til-landid