Nato-aðalskrivarin seinastu árni, Jens Stoltenberg, leggur seinni í heyst ábyrgdarstarvið frá sær, og ein avloysari skal finnast.
Sjálvur sigur Jens Stoltenberg í dag, at ein góður avloysari hjá sær er niðurlendingurin og forsætisráðharrin, Mark Rutte.
Niðurlendska tíðindastovan Nos veit at siga, at tað nú er rættiliga sannlíkt, at landsmaðurin verður avloysari sum Nato-aðalskrivari.
Einasta mótvalevni í løtuni er rumenski forsetin, Klaus Iohannis, og væntandi er, at hann skjótt fer at taka seg aftur sum møguligt valevni.
Mark Rutte hevur leingi verið besta boðið upp á nýggjan Nato-aðalskrivara.
Tá nýggjur aðalskrivari skal veljast, skulu øll limalondini í Nato verða samd, og eygleiðarar meta, at Mark Rutte er besta boðið.
Hetta skriva tíðindastovurnar NTB og Dagbladet seinnapartin í dag.