Sløkkiliðsfólk stríðast móti eldinum í Crocus City Hall-konserthøllini eftir álopið í kvøld. - Foto: Stringer/Ritzau Scanpix

Hetta vita vit um skottilburðin í Moskva

Fleiri álopsmenn vóru sambært russisku trygdartænastuni við í skottilburðinum í eini konserthøll

Sløkkiliðsfólk stríðast móti eldinum í Crocus City Hall-konserthøllini eftir álopið í kvøld. - Foto: Stringer/Ritzau Scanpix

Sagt verður frá fleiri deyðum í einum skottilburði í Moskva í dag, har ein konserthøll stóð í ljósum loga eftir eitt álop.

 

Hetta vita vit higartil:

 

* Ókendir persónar við skotvápnum skutu ímóti fólki í eini konserthøll í Crocus City Hall í Krasnogorsk nærindis Moskva í kvøld, har konsert var við bólkinum Picnic.

 

* 40 fólk eru deyð, og yvir 100 eru særd. Tað sigur russiska trygdartænastan FAB klokkan 19:15 okkara tíð sambært almennum russiskum tíðindastovum. Talan er um fyribils tøl.

 

* Russiska tíðindastovan Interfax skrivar um upp til fimm persónar við skotvápnum, sum eru við í álopunum.

 

* Russiska tjóðarhirðin sigur, at enn verður leitað eftir persónum handan illgerðina.

 

* Russiskir ákærar siga, at talan er um eina »yvirgangsatsókn«.

 

* Eitt eygnavitni sigur við journalistar hjá Reuters uttan fyri konserthøllina, at automatvápn vórðu brúkt.

 

* Video vísa royk og logar upp úr Crocus City Hall.

 

* Tíðindastovan Tass hevur sagt frá, at fólk eru í bygninginum, har umfatandi eldur er. Onnur sigat vera fangað uppi á tekjuni.

 

* Bæði løgregla og sløkkiliðsfólk eins og serdeildir hjá russisku tjóðarhirðuni eru til staðar.

 

* Tað var útselt í konserthøllini, sum rúmar 6200 fólkum. Konserthøllin er nærindis Crocus City, har tað millum annað er eitt handilsmiðstøð, hotell og matstovur.

 

* Øll størri mentanartiltøk í Russlandi eru avlýst, upplýsir russiska mentamálaráðið. Einki verður sagt um hvussu leingi.

 

* Tað er ógreitt, hvør hevur ábyrgdina. Ukraina hevur víst aftur, at tey hava nakað við tað at gera.

 

* Russiski forsetin, Vladimir Putin, verður leypandi kunnaður um hendingina. Hann hevur enn einki sagt.

 

* Russiskir miðlar hava tosað um tvær spreingingar.

 

Keldur: Reuters.

 

/ritzau/

 

Sløkkiliðsfólk stríðast móti eldinum í Crocus City Hall-konserthøllini eftir álopið í kvøld. - Foto: Stringer/Ritzau Scanpix