Hevur ongar ætlanir um at flyta Heilsuskúlan

– Ongar ætlanir eru at gera broytingar í staðsetingini. Heldur er ætlanin at styrkja skúlan og útbyggja tær skipanir, sum skúlin longu hevur, sigur landsstýrismaðurin

Tað var Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sum setti Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni ein grein 52a fyrispurning, eftir millum annað táverandi floksfelagi hennara, Kári Johansen, býráðaslimur í Havn mælti til, at skúlin var fluttur til Havnar, tí tað sambært hon fór at hjálpa til, at fleiri næmingar søktu á skúlan.

Spurningarnir hjá løgtingskvinnuni vóru soljóðandi:

1. Eru ítøkiligar ætlanir um at lata upp eina deild av Heilsuskúla Føroya, sum er staðsettur í Suðuroynni, aðrastaðni í Føroyum?

2. Hava kommunurnar í Føroyum heimild at fara í holt við at útbúgva heilsuhjálparar og heilsurøktarar uttan um Barna- og útbúgvingarmálaráðið?

3. Hvørjum arbeiðir landsstýrismaðurin við fyri at royna at loysa starvsfólkatrupulleikan innan røktar- og umsorganarøkini?

Landsstýrismaðurin svarar, at tað eru ongar ætlanir eru at gera broytingar í staðsetingini. 

– Heldur er ætlanin at styrkja skúlan og útbyggja tær skipanir, sum skúlin longu hevur. Her kann talan eitt nú vera um skipan, at næmingar kunnu vera eina viku í skúla og eina viku norðanfjørðs. Til ber at menna hesar skipanir enn meiri, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Hann sigur, at tað hevði verið ynskiligt, at kommunur og land lyftu í felag, men til ber ikki at forða fyri, at kommunurnar velja egnar loysnir.

– Her kann vísast á, at førleikamenning av starvsfólkum er vanlig.

– Men tað skynsamasta er, at land og kommunur loysa hesa avbjóðing saman og finna felags loysnir.

Hann sigur víðari, at løn undir útbúgving er eitt kjarnuátak fyri at fáa fleiri faklærd á økinum.

– Tí verður arbeitt miðvíst fyri at tryggja útbúgvingarbólkunum á røktar- og umsorganarøkinum løn undir útbúgving.

– Hetta krevur tó, at fleiri partar lyfta í felag. Her verður serliga hugsað um land og kommunur, sigur hann.

Eitt miðvíst arbeiði er longu gjørt fyri at lýsa, hvørjir møguligir leistir eru fyri tryggja løn undir útbúgving. 

– Tað næsta stigið er, at støða nú verður tikin til, hvør rætti leisturin er, og hvussu fíggingin kemur at hanga saman. Her er viðkomandi at nevna møguleikan fyri at skipa útbúgvingarnar sum yrkisútbúgvingar, har løn og starvsvenjing er grundleggjandi partur av útbúgvingini. Eisini er viðkomandi at nevna møguleikan at skipa fyri førleikameting og vaksnamannaútbúgving á økinum, har tey, ið hava ávísar royndir, fáa løn meðan tey taka teir partarnar av útbúgvingini, sum tey mangla fyri at fáa fullan yrkisførleika.

Hann sigur víðari, at tað eisini er viðkomandi at nevna onnur átøk, ið kunnu verða við til at økja um starvsfólkatilgongdina á økinum.

– Samgongan hevur framt lønarlyft fyri fleiri av fakbólkunum, sum arbeiða á umsorganarøkinum, og er hetta eisini ein liður í at fáa fleiri at velja útbúgvingarnar. Vit eru nær við at finna eina loysn, ið kann tryggja, at lesandi á Heilsuskúlanum skulu fáa møguleikan at lesa víðari á Fróðskaparsetrinum. Hetta soleiðis, at útbúgvingarnar ikki gerast ein blindvegur, men at tað fer at bera til at útbúgva seg víðari í Føroyum. 

Kannað verður eisini, um til ber at fáa til vegar fleiri næmingakømur tætt við Heilsuskúlan. Hesi átøk kunnu eisini verða við til at draga fleiri fólk til røktarog umsorganarøkið, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svarinum til Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu.