Hevur tú varnast mannin í Koltri?

- Flestu skopuningar munnu vita um "mannin", sum sæst ovarlaga vesturi í Skorðini í Koltri.

Fyri einari tíð síðan legði Bjørn Patursson út eina forvitnisliga mynd á Facebook-vangan hjá Koltri.

 

Ivaleyst hava fleiri sæð hesa útlegging, men hon tolir kanska at vera løgd út á In.fo eisini, soleiðis sum gjørt er nú.

 

"Hevur tú varnast mannin í Koltri?" er yvirskriftin á Facebook-vanganum, og her verður lagt aftrat, at flestu skopuningar munnu vita um "mannin" í Koltri. 

 

Søgan, soleiðis sum Bjørn Patursson sigur hana, er henda:

 

- Tað er soleiðis, at um ljósið er hitt rætta, og tú kemur koyrandi úr erva oman móti Skopun, so sæst ein maður ovarlaga vesturi í Skorðini í Koltri.

 

Bjørn Patursson heldur fyri, at á viðheftu mynd, sum Derek Brockie hevur tikið, sæst maðurin í Koltri væl.

 

- Men, gevur tú tær stundir at taka myndina niður og veksa hana spakuliga - ja, so kemur maðurin enn týðiligari fram, leggur Bjørn Patursson aftrat.

 

##med2##

 

Her er myndin vaksin nakað upp, og her sæst "maðurin", sum Bjørn Patursson umrøður, sera væl