H.H. Fríðrikur kongur verður fagnaður við nýggjum frímerki

Kongur verður fagnaður við nýggjum felags frímerki fyri kongsríkið Danmark

Eitt nýtt frímerki verður givið út í sambandi við trónuskiftið, sum var í januar. Útgávudagurin er sunnudagin 26. mai, sum er føðingardagurin hjá H.H. Fríðriki 10. kongi.

 

Frímerkið kann bíleggjast á heimasíðu okkara longu í dag, mikudagin 22. mai.

 

Hetta er fyrsta frímerki við Fríðriki 10. kongi, og tað verður givið út samstundis í Danmark og Grønlandi í samstarvi við PostNord og Tusass í Grønlandi.

 

Hetta er tó aðru ferð at Fríðrikur 10. er avmyndaður á einum føroyskum frímerki – fyrstu ferð var, tá hann giftist Mary drotning fyri 20 árum síðan.

 

Myndina á frímerkinum hevur Steen Evald tikið, og sett upp hevur Ella Clausen. Umframt myndina sæst eisini navnamerki kongsins. Leiðaraorðini hjá kongi eru harumframt prentað á tey trý ørkini á ávikavist føroyskum, donskum og grønlendskum.

 

Ein snøgg felagsmappa við øllum trimum ørkunum fæst eisini til keyps.

 

Virðið á frímerkinum er 50 kr, sum svarar til postgjaldið fyri eitt innskrivað bræv. Frímerkið verður selt á posthúsum kring landið frá mánadegnum, 27. mai.