Hjalti skoraði ársins mál á Svangaskarði

Hóast B68 í evstu løtu skoraði fína málið, so vóru tað víkingarnir, sum vóru omaná og við sigri tóku seg nærri meistaraheitinum

Ársins mál í ár. Í hvussu so er á Svangaskarði og ivaleyst kandidatur at vera ársins mál yvirhøvur í ár. Talan er um málið, sum B68 miðverjin Hjalti Strømsten skoraði við síðsta skoti í 22. umfari.

 

Tað var á Svangaskarði í kvøld. Víkingur vann 2-1, og síðsta skotið av øllum var tað, tá ið Hjalti Strømsten úr 27 metrum og mitt fyri málinum smekkaði bóltin upp í málhornið til vinstru fyri seg sjálvan.

 

Toftamenn tevjaðu møguleikan fyri, at tað kanska fór at eydnast at vinna eitt stig, men dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, áðrenn víkingarnir settu í gongd aftur.

 

B68 er á niðurflytingarplássi, og toftamenn vístu góðan hugburð og stríddust fyri at vinna úrtøku.

 

Men tá ið tikið verður samanum, so høvdu víkingarnir betri tak á bóltinum. Teir vunnu seg í nógvar góðar støður, og teir spældu seg til fleiri heilt góðar málmøguleikar. At tað ikki eydnaðist at skora fleiri enn tvey mál komst av, at Tórður Thomsen í B68 málinum stóð so sera væl.

 

Jørgen Nielsen legði Víking á odda í 22. minutti. Uppleggið átti Olaf Bárðarson. Jørgen Nielsen hevði frammanundan misnýtt heilt stóran møguleika, tá ið hann við handara stólpa stýrdi bóltin skeivu megin stólpan, eftir at Jákup Johansen legði innfyri úr vinstru.

 

Leikluturin hjá Jákupi Johansen hevur ikki verið so stórur í ár, sum hann hevur verið undanfarnu árini. Bæði tí hann hevur verið skaddur, og tí Olaf Bárðarson og Poul Kallsberg havi staðið frammanfyri Jákup í kappingini um framrættaðu plássini í borðunum. Nú er Poul Kallsberg skaddur, og Jákup Johansen tók av álvara av, nú hann fekk møguleikan.

 

Sjey minuttir eftir steðgin legði Víkingur seg á odda 2-0, og so var ballið buðið. Tað var Sølvi Vatnhamar, sum við brotssparki setti bóltin í málið.

 

-Hóast B68 var væl betur við eftir steðgin enn í fyrra hálvleiki, so haldi eg, at sigurin var ongantíð í vanda. Hann var søtur, nú tá ið nógvir hava verið burturi í landsliðsørindum, og vit hava í vikuni havt fult fokus á hesum dystinum. Hetta var ikki okkara besti dystur, men vit fegnast um stigini og fara at fyrireika okkum til leygardagin, tá ið EB/Streymur verður gestur í Sarpugerði, sigur Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi í samrøðu við Rúna á Reynatrøð í FM1 útvarpinum.

 

 

 

B68 – Víkingur 0-2 (0-1)

 

0-1: Jørgen Nielsen 22.

 

0-2: Sølvi Vatnhamar br 51.

 

1-2: Hjalti Strømsten 94.

 

Dómari: Heini Ziskason Viðoy