Høgni og Andrias nú elitudómarar

Brøðurnir Høgni og Andrias Fríðuson Gaard verða komandi kappingarár elitudómarar í Danmark. Hetta merkir, at teir koma at verða partur bólkinum av fremstu dómarum í Danmark og skulu í fyrstu atløgu døma í 1. deild, skrivar Hondbóltssambandið

Brøðurnir Høgni og Andrias Fríðuson Gaard verða komandi kappingarár elitudómarar í Danmark. Hetta merkir, at teir koma at verða partur bólkinum av fremstu dómarum í Danmark og skulu í fyrstu atløgu døma í 1. deild, skrivar Hondbóltssambandið.

 

Elitudómarar í Danmark eru dómarar, sum døma í liga og í 1. deild og annars eru saman sum bólkur til skeið, testir og samlingar av ymsum slag.

 

Høgni og Andrias eru báðir lesandi í Keypmannahavn og hava dømt nógv í 2. deild, nakað í fyrstu deild, men eru nú ryktir upp, eftir at hava fingið góð skoðsmál fyri kappingarárið 2023/24. Høgni og Andrias døma eisini altjóða fyri Føroyar, har teir hava verið partur av Young Referees Programme hjá EHF, har teir hava dømt altjóða kappingar í Svøríki, Montenegro og Ungarn seinastu trý árini.