Hoyr nýggja EM-sangin hjá Danmark

Malte Ebert hevur fingið uppgávuna at gera hendan sangin, sum óivað verður nógv at hoyra í summar.

Í summar skal danska fótbóltslandsliðið hjá monnum til Týskland at spæla EM-endaspæl. Í hesum sambandi er ein nýggjur almennur EM-sangur komin út í morgun. 

 

Sangurin kallast "Kongen af Danmark".

 

Tað er Malte Ebert, fyrr kendur sum Gulddreng, ið hevur gjørt sangin.

 

Hann fortelur fyri Bold.dk, at DBU (Dansk Boldspil-Union) ringdi til hansara og spurdi, um hann vildi gera almenna sangin.

 

- Tá DBU ringdi, hugsaði eg "Okay, hetta vil eg faninmeg gjarna", sigur hann við bold.dk.

 

EM í Týsklandi byrjar 14. juni. 

 

Hoyr nýggja sangin her:

 

##med2##