Hoyvíkingurin vann á klaksvíkinginum í Damallsvenskuni

Liðini hjá Jóhonnu Fossdalsá og Áslu Johannesen møttust í Göteborg í dag

Í dag var ein uppgerð millum liðið hjá hoyvíkinginum, Jóhonnu Fossdalsá og klaksvíkinginum, Áslu Johannesen í Damallsvenskuni, sum besta kvinnudeildin í fótbólti verður nevnd í Svøríki.

 

Jóhanna og liðfelagarnir í BK Häcken tóku móti Áslu og liðfeløgunum í Piteå á Bravida leikvøllinum - har sum KÍ-mennirnir framdu eitt evropeiskt undur í fjør - í Göteborg. 

 

1.094 áskoðarar sóu Häcken vinna 3-1 á Piteå. Áskoðarakapasiteturin á Bravida leikvøllinum er annars 7.000.

 

Tað vóru annars Ásla og hennara liðfelagar, ið løgdu seg á odda 1-0 við einum máli Josefine Johansson skoraði tá eitt korter var farið av fyrra hálvleiki.

 

Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki javnaði Jóhanna við einum brotssparki til 1-1.

 

Í seinna hálvleiki syrgdu Anna Sandberg og Filippa Curmark við hvør sínum máli fyri, at Häcken vann dystin 3-1.

 

Talan var um ein uppibornan sigur. Häcken hevði 14 royndir innanfyri málrammurnar hjá Piteå, meðan Piteå bert hevði eina, og hana gagnnýttu tær væl.

 

Jóhanna leikti allan dystin. Ásla fór av vøllinum tá 63 minuttir vóru farnir av dystinum. Tá var støðan 2-1 til Häcken.

 

Häcken er fjórðfremst í Damallsvenskuni við sjey stigum fyri tríggjar dystir. Piteå er nummar átta í deildini við fýra stigum fyri tríggjar dystir.