Hugleiðingar um rættindi og frælsi

Henda røðan varð hildin til tiltakið ”Standa fyri Lívi” á Vaglinum 14.04.2024.

Góðan dag øll somul.

 

Tað er mær ein heiður og framíhjárættur at standa her saman við tykkum øllum í dag, tí vit standa saman um og fyri tí týdningarmesta í okkara samfelag. Vit standa fyri lívi.

 

Í okkara demokratiska samfelag, hava vit eina rúgvu av lógartryggjaðum rættindum. Vit hava talu-, skrivi-, og savningarfrælsi, vit hava trúarfrælsi, vit hava rætt til okkara egna kropp, okkara egnu sannføringar, vit hava rætt til verju, og mest av øllum hava vit rætt til lívið.  

 

Ella hava øll nú veruliga tað?

 

Seinastu nógvu árini hava kvinnurættindi verið á breddanum. Hetjur hava vunnið okkum kvinnum alskyns rættindi. Í heiminum, á arbeiðsmarknaðinum, í politikki og í parlagnum. Í okkara grannalondum er fosturtøka vorðin ein sjálvsagdur partur av júst hesum somu kvinnurættindunum. Í sambandi við lógaruppskotið um fría fosturtøku, sum fyriliggur, so ger júst hetta sama seg galdandi her í Føroyum. Undir slagorðinum ”Kvinnur skulu ráða yvir egnum kroppi” verður frí fosturtøka sæð sum ein sjálvsagdur partur av kvinnurættindum í tí modernaða føroyska samfelagnum.

 

Men er fosturtøka í roynd og veru ein kvinnurættur? Mítt stutta svar er: Nei. Als ikki!

 

Vit mugu spyrja okkum sjálvi: Hvat er ein fosturtøka? Og hvør verður ávirkaður av eini fosturtøku? Summi vilja vera við, at ein fosturtøka er ein viðgerð, eins og aðrar medisinskar ella kirurgiskar viðgerðir. Men hesum vil eg staðiliga afturvísa.

 

Ein fosturtøka hevur til endamáls at steðga einum graviditeti. Eitt nýtt lív verður endað við fosturtøkuni. Fosturtøkan hevur ikki til endamáls at lekja ella bjarga.

 

Spurningurin, sum vit samstundis eiga at spyrja í samband við fosturtøku – elefanturin í rúminum, er: Nær byrjar lívið?

 

Lívfrøðin sigur okkum, at eitt nýtt lív er byrjað, tá ið egg og sáð eru runnin saman. Nýggja menniskjað hevur frá fyrstu løtu sítt egna DNA og kann saktans hava eina aðra blóðtypu enn mamman. Eisini vita vit nú, at hjartað byrjar longu at sláa í 6. viku av graviditetinum.

 

Út frá lívfrøðini er ongin ivi um, at ein nýggj vera ella eitt nýtt lív er byrjað, men stóri spurningurin tykist at vera, um hetta lívið er eitt nýtt menniskja ella eitt møguligt menniskja. Og um hetta nýggja menniskja hevur virði?

 

Í dagsins samfelag hava vit eina avriksmentan, sum ongantíð fyrr. Flestu av okkum eru skjót at vísa á ymisk avrik fyri at prógva okkara virði. Ungdómurin í dag er sera upptikin av júst hesum at vísa síni avrik á sosialu miðlunum, og sálarheilsan hjá nógvum líður undir hesum og vísir okkum veruliga baksíðuna av avriksmentanini. Tað tykist, sum hava vit gloymt, at vit hava eitt óendaligt virði sum menniskju, júst tí at vit eru vit. Okkara virði er nettupp ikki tengt at okkara avrikum, men er íborðið, tí at vit eru menniskju. Sama um vit eru høg ella lág, rík ella fátæk, hava avbjóðingar ella ikki. Í flestu førum eru vit eisini samd um hetta, at vit ynskja eitt samfelag, sum rúmar okkum øllum við øllum teimum ymiskleikum, sum tað hevur við sær, og vit eru samd um at hóast ymiskleika, er ongin munur á mannavirðinum.

 

Hví er hesin sami hugsanarhátturin ikki galdandi fyri tað nýggja lítla menniskjað, fyri tað ófødda barnið? Hví er tað ikki ein sjálvfylgja, at nýggja lítla menniskjað hevur sama virði, sum vit onnur?

 

Og hvat er tað, sum brádliga broytist og gevur menniskjanum virði, um tað ikki er virðismikið frá fyrstu løtu? Er tað stødd? Umstøður? Tilvit? Ein av kendu nýggjaru filosoffunum, sum hevur tosað fyri fríari fosturtøku, er avstralski Peter Singer. Hann metir ikki, at ófødda barnið er eitt menniskja, tí tað ikki hevur tilvit. Hann fer so langt sum at siga, at børn upp til tvey ára aldurin eru bert møgulig menniskju, tí tey ikki hava tilvit. Og tí heldur hann ongan trupulleika vera við fríari fosturtøku, enntá upp til føðing. Fyri flestu av okkum er hetta púra burturvið. Men hvat er tað, sum ger, at vit ikki eru líka avgjørd, tá ið talan er um eitt 12 vikur gamalt óføtt barn? 12 vikur gamla fostrið hevur allar genetiskar eginleikar sum eitt føtt menniskja. Tað hevur armar og bein og alskyns førleikar. Tað skal mennast og vaksa, men allir eginleikar eru longu har.

 

Um vit hyggja at okkara grannalondum, sum øll hava fría fosturtøku, er tað ymiskt, hvar markið gongur. Í Danmark er markið fyri fríari fosturtøku 12 vikur, meðan tað av summum verður arbeitt hart fyri at flyta markið upp til 18 vikur. Í Norra er markið somuleiðis 12 vikur, í Svøríki 18 vikur og Íslandi 22 vikur.

 

Í Føroyum verða óføddu børnini  lógliga menniskju í viku 22. Um foreldur missa eitt barn í viku 22, so hava tey rætt til barsil, barnið fær p-tal osfr. Í lógaruppskotinum sum fyriliggur, er frí fosturtøka upp til 12. viku, men kvinnur kunnu søkja um fosturtøku aftaná viku 12. Tá skal eitt samráð taka støðu til umsóknina, og onki reelt ovara mark verður ásett. Í viðmerkingunum til lógartekstin verður sagt, at fosturtøka ikki eigur at verða framd, um barnið er lívført, men ítøkiliga verður ikki nevnt, nær tað er, tí eri eg bangin fyri, at tað verður ein ítøkilig meting.

 

Hetta eru alt ræðandi dømi um, at lívið verður treytað av, hvat onnur halda um tað. Lívið er eftir hesum at døma ikki absolutt, men tað kann graduerast eftir ynski frá myndugleikanum. Undirtónin er: Ger tú, sum tú heldur, og sum tú vilt. Sambært relativistiska tíðarandanum, er alt upp til hvønn einstakan at taka støðu til, enntá nær menniskja verður til. Men hetta er ikki so. Lívið er absolutt, og ongin rættur eigur at verða meira grundleggjandi og betur vardur enn rætturin til lívið.

 

Kendi týski filosoffurin Immanuel Kant vísti á, at menniskja skal altíð viðfarast við virðing, sum eitt mál í sær sjálvum við rættindum og frælsi, so leingi frælsi hjá tí einstaka, ikki ger seg inná frælsi hjá einum øðrum menniskja, og menniskja eigur ongantíð at verða viðfarið sum ein miðil til at náa einum máli. Vit hava ikki loyvi at fara illa við okkara medmenniskjum, og okkara frælsi er altíð avmarkað. Vit eru, sum samfelag, tilvitað um ikki at diskriminera. Hetta eigur eisini at verða galdandi fyri tey óføddu menniskjuni.

 

Tað er altavgerðandi, at vit ikki treyta okkara menniskjaleika út frá okkara egnu evnum. Líka so væl sum menniskju, sum bera brek og kanska ikki eru tilvitað, ella menniskjuni, sum hava mist minnið og ikki eru tilvitað longur, sjálvsagt eru menniskju við óendaligum virði, soleiðis er ófødda barnið eisini fult og heilt eitt menniskja, hóast tað ikki enn er tilvitað. Tí er tað púra burturvið, at frátaka nýggja, lítla, ófødda og verjuleysa menniskjanum sítt virði. 

 

Lívið byrjar við gitnaði og við at frátaka teimum óføddu menniskjunum teirra virði, seta vit mammur og børn upp ímóti hvørjum øðrum, og vit skapa eina mentan, har tað er í lagi at graduera menniskju. Vit skapa eina ósunna, - ja, katastrofala mentan, har okkara virði er treytað av, hvat onnur halda um okkum.

 

Hesum mugu vit steðga. Ongantíð ov skjótt. Vit eiga at síggja virðið í hvørjum øðrum, eisini teimum óføddu, frá fyrstu løtu, og vit eiga at staðfesta somu lógartryggjaðu rættindi fyri tey óføddu eins væl og okkum føddu. Heldur enn at seta mammur og børn upp ímóti hvørjum øðrum, eiga vit at síggja børnini – okkara framtíð – sum eina gávu. Mammur og børn hava uppiborið nógv betur enn fosturtøku, og eg vænti ikki, at nøkur kvinna hevur valt eina fosturtøku til stuttleika, men fosturtøka er symtombehandling uppá ein størri trupulleika. Heldur eiga vit at tileinkisgera orsøkirnar til fosturtøku, og skapa eitt samfelag, sum rúmar mammum og børnum teirra í alskyns umstøðum og leiklutum. Eitt samfelag, sum stuðlar og skapar bestu karmar fyri familjuna.

 

Sum kvinna eri eg takksom fyri tey nógvu hartvunnu kvinnurættindini, sum vit hava fingið ígjøgnum árini, men eg ynski avgjørt ikki, at míni rættindi skulu yvirtrumfa rættindini hjá einum øðrum menniskja – tí ófødda menniskjanum. Sjálvandi skulu vit virða sjálvsavgerðarrættin hjá okkum kvinnum. Vit kvinnur skulu hava frælsi at ráða yvir okkara egna kroppi, men legg merki til okkara EGNA kroppi. Tá ið ein kvinna er við barn, er talan ikki longur bara um hennara kropp, men talan er um tveir (ella fleiri) kroppar – møguliga um eina lítla kvinnu í móðurlívi. Ynskja vit veruliga kvinnurættindi, so mugu hesi eisini verja ta lítlu, óføddu kvinnuna.

 

Eg vil brúka míni rættindi og mína rødd til at tosa søk teirra óføddu, sum ikki kunnu tosa sjálvi. Mítt ynski er, at tit øll, sum standa her saman við mær, vilja gera tað sama.

 

At enda vil eg loyva mær at koma við eini áheitan til okkara lóggevandi vald. Okkara fólkavaldu, sum eru sett at umboða okkara áhugamál. Góðu tit, havi rættin til lív í huga, tá ið tit skulu taka avgerð um nýggja fosturtøkulóg. Latið Føroyar verða eitt fyridømi fyri londini rundanum okkum. Latið okkum verja øll mannalív frá fyrstu løtu. 

 

Takk fyri.   

 

 

 

Elsbet Ellingsgaard Magnussen