Longu undanfarna fríggjadag gjørdi eg bæði Liljuna Weihe, tíðindaleiðara, og Barbaru Holm á Sosialinum varugar við, at týðandi partar av greinunum í Sosialinum um ófriðin í Kringvarpinum vóru villleiðandi. Síðani havi eg havt eitt ávíst samskift við Barbaru Holm – ikki minst gjøgnum miðlarnar. Tað undrar meg, at tíðindaleiðarin í KvF ikki hevur sett seg í samband við meg aftur, síðani eg ringdi til hana tann fríggjadagin og boðaði henni frá, at álvarsamur ivi var sáddur um hennara ábyrgdarøki í KvF. Tíðindaleiðarin var jú virkin partur av tí redaktionellu viðgerð, sum førdi til samrøðuna við Eyðun Mørkøre, stjóra í TAKS, í kjakinum eftir Dag og Viku týskvøldið tann 26 september. Tí skuldi tað verið laga manni hjá tíðindaleiðaranum at staðið undir liðini á mær at verja tíðindaflutningin í KvF móti villleiðingunum í Sosialinum, og móti tí duldu keldu í KvF, sum hesar villleiðingar m.a. byggja á. Tí má eg koma við hesum viðmerkingum
Talan var ikki – sum Sosialurin aftur í dag rør fram undir – um eina dulda avtalu millum stjóran í KvF og stjóran á TAKS um at koma í sjónvarpsstovuna 26. september. Innbjóðingin var almenn. Hon stóð í lesarabrævi dagin fyri, tá stjórin í KvF bjóðar stjóranum á TAKS í sjónvarpsstovuna við hesum orðum:
“Best hevði tó verið, um stjórin á TAKS sjálvur svaraði fyri seg og útdjúpaði almennu viðmerkingar teirra til frágreiðingina hjá Bárði Larsen. Hetta stendur honum framvegis í boði.”
Hetta lesarabrævið við innbjóðingini og tíðindaflutningurin um skattamálið varð umrøtt á fundi um morgunin 25. september í KvF millum stjóran, tíðindaleiðaran og báðar redaktørarnar á D&V.
Dagin eftir – tíðliga seinnapartin týsdagin tann 26 september - kemur Johnny í Grótinum til mín og sigur, at nú hevur stjórin á TAKS ringt til sín, og at hann – Eyðun Mørkøre – vil úttala seg.
Sum eg áður havi greitt frá, so er redaktørskipanin í KvF soleiðis háttað, at tá tað kemur til ta einstøku sendingina, stendur redaktørurin oman fyri stjóran og tíðindaleiðaran. Hetta er fyri at tryggja integritet og trúvirði, soleiðis sum tað m.a. stendur orðað í leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið.
Stjórin á TAKS kemur í sjónvarpsstovuna
Eg góðtók, at Eyðun Mørkøre kom í sjónvarpsstovuna, og gjørdi greitt, at tað sjálvandi var upp á okkara fyritreytir. Síðani umrøddi eg hetta við tíðindaleiðaran, og vit gjørdu av – eftir mínum tilmæli – at samrøðan skuldi fara fram í kjaksendingini eftir Dag og Viku, har tíðindaleiðarin sjálv var vertur. Sostatt broyttu vit kjaksendingina, nú stjórin í TAKS loksins vildi úttala seg.
Síðani yvirtók eg tað víðari telefonsamskiftið við Eyðun Mørkøre, meðan tíðindaleiðarin og Jan Lamhauge skrivaðu spurningarnar til hansara. Eyðun Mørkøre fekk hesar spurningarnar til samrøðuna sendandi frá tíðindaleiðaranum kl.17.00:
1) Vit byrja við kanningini hjá Bárði Larsen, sum er rættiliga atfinningarsom mótvegis tær og TAKS. Millum annað verður sagt, at TAKS hevur konstruerað ein veruleika, at talan er um fiktióin heldur enn realitet.
- Er hetta ein eftirrationalisering?
2) Vit fara nøkunlunda kronologiskt gjøgnum málið, sum byrjar í februar 2016
- Hví gjørdi tú ikki beinanvegin vart við, at talan var um eitt skattamál, ið ikki var liðugt avgreitt frá tykkara síðu í 2015?
3) Síðani koma við inn á avgerðina/ikki-avgerðina frá juni 2015 og ivamálið um tær 477 milliónir krónurnar.
- Hví hevur tú eina aðra fatan enn allir aðrir aktørar í hesum málinum?
Hetta – hesir spurningarnir - var avtalan millum Dag og Viku og Eyðun Mørkøre. Tað er vert at geva spurningi 3 gætur. Hendan spurningin legði stjórin í TAKS í telefonsamskiftinum við meg tann seinnapartin dent á at fáa við. Tí so fekk hann høvi at greiða frá viðmerkingunum hjá TAKS til frágreiðingina hjá Bárði Larsen.
Meðan tíðindaleiðarin sjálv gjørdi samrøðuna við stjóran á TAKS, sat Jan Lamhauge í kontrollrúminum og hevði samskiftið við tíðindaleiðaran, meðan samrøðan fór fram. Sostatt helt journalisturin, sum í langa tíð hevur havt málið um hendi, um stýrisvølin undir samrøðuni. At Sosialurin og tann dulda keldan í KvF tann 24. november - og so aftur í dag - so allíkavæl mála ta mynd, at bæði undirritaði, tíðindaleiðarin og Jan Lamhauge allíkavæl vóru sett til viks av óviðkomandi redaktionellum atlitum, er sjálvandi beinleiðis villleiðandi.
Ein firtin stjóri í TAKS sendir teldupost
Samrøðan var hinvegin so nærgangandi, at stjórin á TAKS bleiv firtin. Hósmorgunin 28. september sendir stjórin í KvF ein teldupost til mín um, at stjórin í TAKS var misnøgdur við gongdina í kjakinum týskvøldið tann 26. september. Eyðun Mørkøre førir fram, at tað ber ikki til gera avtalu við stjóra og redaktør í KvF, tá hann áhaldandi verður avbrotin í sjónvarpsstovuni. Eg viðgekk, at samrøðan kundi verið betri frágingin, soleiðis at stjórin í TAKS fekk betri høvi at greiða frá, og tað var tað. Síðani sendi eg teldupostin víðari til tíðindaleiðaran. Vit kundu staðfesta, at firtni telduposturin frá Eyðun Mørkøre prógvaði, at tað arbeiðið, sum redaktiónin gjørdi hendan dagin, var óheft. Stjórin á TAKS fekk mótspæl og ikki fría talutíð.
Fyri at taka saman um: Út frá øllum hesum undrar tað meg stórliga, at Sosialurin áhaldandi ber so villleiðandi upplýsingar fram. Talan var fyri tað fyrsta ikki um eina dulda avtalu millum stjóran í KvF og stjóran á TAKS um at koma í sjónvarpsstovuna. Tvørturímóti sendi tíðindaleiðarin honum spurningarnar kl.17. Talan var fyri tað næsta heldur ikki um, at stjórin í KvF breyt ta redaktionellu ketuna og legði seg út í redaktionellu viðgerðina hendan dagin. Alt hetta hevði Sosialurin fingið at vita, um blaðið spurdi seg fyri hjá redaktørinum hendan dagin.
Og hetta hevði Sosialurin eisini fingið at vita, um blaðið enn einaferð spurdi tíðindaleiðaran í KvF. Ein skuldi trúð, at tað var ein journalistisk sjálvfylgja, at blaðið spurdi tíðindaleiðaran um tíðindaflutningin, sum fer fram á hennara deild. Hví skal eg standa einsamallur og verja ábyrgdarøkið hjá henni? Hon kann vátta, at tað fór fram hendan dagin júst soleiðis, sum eg havi greitt frá. Tíðindaleiðarin var, sum eg havi víst á, við í allari tí redaktionellu viðgerðini hendan dagin. Sjálvandi skuldi ein trúð, at tað var í hennara allarstørsta áhuga at standa sum ein brimgarður um sína deild móti villleiðandi upplýsingunum í Sosialinum. Upplýsingar, sum Sosialurin hevur frá dulnevndari keldu í KvF.
Eg gangi út frá, at Sosialurin komandi dagarnar ger sítt arbeiði til lítar, so vit fáa greiðu á hesum spurningi.
Vinaliga,
Ivan Hentze Niclasen,
Redaktørur, KvF