Í løtuni er einki ísfiskalínuskip til fiskiskap

Av frystilínuskipunum fiska tvey í íslenskum sjógvi, eitt er í Grønlandi, og fýra fiska undir Føroyum.

Tað eru fá ísfiskalínuskip eftir, og í løtuni liggja tvey av teimum við bryggju, men fara væntandi út aftur skjótt.

 

Av frystilínuskipunum fiska tvey í íslenskum sjógvi, eitt er í Grønlandi, og fýra fiska undir Føroyum.

 

- Línuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Um útróður verður sagt, at streymurin verður góður, men veðrið verður óstøðugt.

 

Lagt verður aftrat, at fiskiskapurin er brúkiligur, og nú vártíð er, fiska fleiri við snellu.