Ísrael ætlar at svara aftur

Danska uttanríkisráðið biður danskar ríkisborgarar fara úr Libanon, tí vandi er fyri kríggi millum Ísrael og Hizbollah

Túsindtals fólk vóru til jarðarferð í drusisku bygdini Majdal Shams í dag (Mynd: Jalaa Marey/Ritzau Scanpix)

Í gjár rakti ein rakett bygdina Majdal Shams í Golanheyggjunum. Hetta er øki, har nógvir drusarar búgva, og sum Ísrael tók undir seg í Seksdagakrígnum í 1967. Spreingingin var á einum fótbóltsvølli, og 12 børn og ungfólk lótu lív.

 

Ísrael sigur, at Hizbollah skeyt rakettina úr Libanon. Hizbollah hevur noktað fyri hesum.

 

Ritzau skrivar, at ísraelski verjumálráðharrin, Yoav Gallant, í dag hevur sagt, at Ísrael fór at "raka fíggindan hart" eftir hetta álop.

Rakettálopið leygardagin hevur skapt ótta fyri, at eitt veruligt kríggj brestur á ímillum Ísrael og Hizbollah í Libanon. Skuldi tað hent, skal Ísrael føra kríggj á tveimum frontum. Frammanundan er Ísrael í kríggj við Hamas í Palestina.

 

Iran, sum stuðlar Hamas og Hizbollah, ávarar Ísrael um, at hernaðaratøk í Libanon kunnu fáa álvarsamar avleiðingar.

 

Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri í Ísrael, var á vitjan í USA, tá ið álopið í Golan var framt, og hann fór beinanvegin heim.

 

– Hetta drápiliga álop verður afturlønt, og Hizbollah fer at gjalda ein høgan prís, segði Natanyahu sambært Ritzau.

 

Ísraelski herurin sigur í morgun, at tey hava framt álop ímóti Hizbollah á tveimum støðum í Libanon.

 

Danska uttanríkisráðið hevur í morgun dagført ferðavegleiðingina til Libanon. Nú frámælæir uttanríkisráðið allar ferðir til Libanon og siður danskar ríkisborgarar um at fara úr Libanon.

 

Túsindtals fólk vóru til jarðarferð í drusisku bygdini Majdal Shams í dag (Mynd: Jalaa Marey/Ritzau Scanpix)