Jákup og Maria framvegis vanligastu nøvnini

— Men navnarákið stendur ikki í stað, og Jónas vorðið millum 10 vanligastu nøvn á monnum upp á stutta tíð

Hóast Maria og Jákup hava verið vanligastu nøvn í mong ár, so er samansetingin av mest vanligu fólkanøvnunum broytt nakað seinastu árini. Lív er nú millum tíggju tey mest vanligu kvinnunøvnini, meðan Jónas er nýggjasta navnið millum mest vanligu mannfólkanøvnini.

 

Jónas vorðið millum 10 vanligastu nøvn á monnum upp á stutta tíð

 

Jákup og Jógvan eru framvegis vanligastu nøvn á monnum í Føroyum. Nøvnini Jákup og Jógvan hava ligið sum nummar eitt og tvey øll árini síðan 1985. Síðani 2002 hevur Jákup verið mest vanliga navnið, meðan Jógvan var mest vanliga navnið undan tí. Eisini hava nøvnini Rúni, Høgni, Ólavur og Kári verið vanlig mannfólkanøvn í nógv ár.

 

Fara vit 30 ár aftur til 1993, eru tó onkrar broytingar at síggja. Síðan tá hava nøvnini Martin, Magnus og Jónas tikið plássini frá Jan, Regin og John á listanum yvir tíggju tey vanligastu nøvnini á monnum. Av teimum er Jónas nýggjasta navnið. Tað er best umtókta navn á monnum í einogtjúgundu øld. Tað er klintrað av einum 367. plássi í 1993 til áttanda pláss í 2023, tá teir vóru 170 í tali. 

 

##med2##

 

Lív millum mest vanligu nøvnini á kvinnum

 

Vanligastu nøvnini á kvinnum, sum búðu í Føroyum við ársenda í fjør, vóru Maria, Anna og Annika. Síðani koma onnur vælkend nøvn sum Katrin, Marjun, Beinta og Rannvá. Maria, Anna og Annika hava verið ovast á listanum yvir nøvn á kvinnum øll árini síðan 1995. Áðrenn 1995 var Marjun millum trý tey mest vanligu nøvnini á kvinnum.

 

Eins og hjá monnunum vóru tíggju tey vanligastu nøvnini í 2023 at kalla tey somu sum í 1993. Einasti munur er, at navnið Anna Maria er skift út við navnið Lív, sum í 2023 er á tíggjunda plássi. 

 

##med3##

 

Fleiri nýggj nøvn seinastu 30 árini

 

Hóast tað eru fáar broytingar í listunum yvir mest vanligu nøvn, merkir tað ikki, at navnarákið stendur í stað. Fleiri nøvn eru løgd afturat hesi 30 árini síðan 1993. Nøkur av teimum, sum í dag eru vanlig nøvn millum menn, eru til dømis Mattias, Nóa, Lukas, Liam, Sámuel, Bragi og Mika.

 

##med4##

 

Fleiri nøvn eru somuleiðis løgd afturat hjá kvinnunum. Nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru til dømis Ronja, Ró, Emilia, Ranja, Vón, Brá, Ria og Mira.

 

##med5##

 

Dupultnøvnini eru ikki líka vanlig, sum tey hava verið. Millum hundrað tey mest vanligu nøvnini á kvinnum í 2023 vóru einans tvey dupultnøvn, Anna Maria og Anna Sofía. Millum nøvnini á monnum var onki dupultnavn.

 

Vanligastu fullu nøvn

 

Jógvan Joensen er vanligasta fulla navn hjá monnum. Tólv menn í Føroyum hava hetta navnið í felag. Anna Petersen er vanligasta navnið hjá kvinnum, sum ellivu kvinnur eita. Hesi hava verið vanligastu fullu nøvn hjá monnum og kvinnum øll árini síðani 1985. Tá høvdu ávikavist 20 menn og 14 kvinnur hesi nøvnini. Nøkur ár hevur navnið Anna Petersen deilt fyrstaplássið við navnið Anna Hansen. 

 

Nøvn og bústaðartilknýti

 

Talvan niðanfyri vísir vanligastu nøvnini hjá teimum við og uttan bústaðartilknýti í 2013 og 2023. Jákup var vanligasta navn hjá monnum við bústaðartilknýti í 2013 og 2023. Hjá monnum uttan bústaðartilknýti var Martin vanligasta navn 2013, meðan nøvnini Daniel, Marcin og Piotr deildust um fyrstaplássið í 2023. 

 

Maria var vanligasta navn bæði hjá kvinnum við og uttan bústaðartilknýti.

 

##med6##

 

Les meira á temasíðuni um nøvn ella royn navnaleitaran

 

Stutt um nøvn

 

Uppgerðin fevnir um fornøvn (1. navn ella 1. og 2. navn) á persónum, sum búðu í Føroyum tann 1. januar. Nøvnini eru gjørd upp soleiðis, sum tey eru skrásett í Landsfólkayvirlitinum. Um ein persónur hevur eitt fornavn, verður hetta gjørt upp sum eitt navn. Um ein persónur hevur tvey fornøvn, t.d. Hans Petur, verður hetta eisini gjørt upp sum eitt navn.

 

Av tí at tað kunnu ganga upp til 6 mánaðir áðrenn eitt barn skal hava fingið navn, verður navnauppgerðin gjørd eftir 1. juli.

 

Vís fleiri grafar

 

Vís talvur (Hagtalsgrunnur)