Jobbe og Hans Pilgaard: – Ólavsøka er simpulthen so hugnalig og festlig

– Vit gleða okkum til ólavsøkuna, siga kenda danska parið Jobbe og Hans Pilgaard.

Fara tit at halda ólavsøku?

 

– Ja, vit koma heim til Føroya at halda summarferiu, og vit fara bæði til Tórsfest, Pride og ólavsøku. Og vit gleða okkum!

 

Hvat halda tit um ólavsøkuna?

 

– Ólavsøka er simpulthen ein so hugnalig og festlig siðvenja, har vit royna at planleggja so lítið sum møguligt og hugna okkum so nógv sum gjørligt. Tað er ein deiligur møguleiki til at síggja vinfólk, familju og aðrar góðar føroyingar í festligum hýri. Tað verður ein góð blanding av spontanum innskotum og nøkrum føstum siðvenjum við vitjanum heima hjá fólki.

 

– Tað er so hugnaligt! Vit vóna bara, at veðrið verður munandi betur enn í fjør.