Joensen framvegis vanligasta eftirnavnið

— Men færri hava eftirnøvn sum enda við -sen

Knappliga helvtin av fólkinum hevur eitt eftirnavn, sum endar við "-sen". Í 1985 høvdu yvir 60 prosent eitt eftirnavn, sum endar við -sen. Í dag eru tey góð 45 prosent.

 

Joensen er vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Tað vísir nýggjasta navnauppgerðin, sum fevnir um nøvn hjá teimum, sum búðu í Føroyum 1. januar.  

Næst á listanum yvir vanligastu eftirnøvn eru nøvnini Hansen, Jacobsen og Olsen. Hesi nøvnini hava verið vanligastu eftirnøvn líka síðani 1985, sum er byrjanarárið fyri navnauppgerðina.  

Hóast nøvnini eru vanligast, so eru tað færri og færri, sum eita hesi eftirnøvn.

 

##med2##

 

Nærum annaðhvørt eftirnavn endar við -sen

 

Næstan annar hvør av okkum hevur eitt eftirnavn sum endar við -sen.  Tað hevur verið enn meiri vanligt at hava eitt eftirnavn, sum endar við -sen, enn tað er í dag. Færri hava vanligastu eftirnøvnini, og tí er parturin av -sen eftirnøvnum eisini minkaður.  Myndin niðanfyri vísir, hvussu stórur partur av fólkinum í Føroyum, sum síðan 1985 hevur haft eitt eftirnavn, sum endar við -sen.

 

##med3##

 

Eftirnøvnini í sunnaru økjunum víkja frá 

 

Vanligastu eftirnøvnini í økjunum kring landið eru í stóran mun tey somu sum fyri landið tilsamans. Tó eru nøkur frávik í sunnaru økjunum í landinum. Í Sandoyar øki er tað vanligt at eita Hentze, Olsen, Petersen og Winther til eftirnavn. Í Suðuroyar øki eru eftirnøvnini Joensen, Thomsen, Poulsen og Bech millum tey mest vanligu.

 

##med4##

 

Nøkur eftirnøvn eru serstøk fyri økini

 

Nøkur eftirnøvn eru bert umboðaði í einum øki. Eitt dømi er eftirnavnið á Reynatrøð, sum bert er at finna í Eysturoyar øki. Eftirnavnið Josephsen er bert at finna millum fólk, sum búgva í Norðoya øki, og eftirnavnið í Stórustovu er bara umboðað í Suðurstreymoyar øki. 

 

##med##

 

Les meira á temasíðuni um nøvn ella royn navnaleitaran

 

 

 

Stutt um nøvn

 

Uppgerðin fevnir um fornøvn (1. navn ella 1. og 2. navn) á persónum, sum búðu í Føroyum tann 1. januar. Nøvnini eru gjørd upp soleiðis, sum tey eru skrásett í Landsfólkayvirlitinum. Um ein persónur hevur eitt fornavn, verður hetta gjørt upp sum eitt navn. Um ein persónur hevur tvey fornøvn, t.d. Hans Petur, verður hetta eisini gjørt upp sum eitt navn.

 

Av tí at tað kunnu ganga upp til 6 mánaðir áðrenn eitt barn skal hava fingið navn, verður navnauppgerðin gjørd eftir 1. juli.