John Frederiksen fer nú at royna seg í Thisted FC

202 sentimetra høgi áleyparin verður liðfelagi við Heina Fossdalsá og Daniel Johansen

Thisted FC í triðbestu donsku fótbóltsdeildini er vorðið eitt ordans føroyingalið. 

 

202 metra høgi áleyparin, John Frederiksen sum hevur spælt fýra landsdystir fyri Føroyar fer nú at royna seg í Thisted FC.

 

Frammanundan eru Heini Fossdalsá og Daniel Johansen partur av hópinum hjá Thisted. 

 

Thisted er triðaftast í deildini við 16 stigum.

 

John kemur úr Arendal í Noregi, ið spælir í triðbestu norsku deildini. Frammanundan royndi John seg í Skotlandi við Raith Rovers, í Amstetten í Eysturríki og í MUSA í Finnlandi. 

 

Í Amstetten og serliga í MUSA gekk væl við málskjótingini, meðan málskjótingin hjá John var heldur soltin í tíðini við Raith Rovers og Arendal. 

 

John er 28 ára gamal nú hann fer at royna seg í triðbestu donsku deildini.