Kaj Leo: Eg hevði atkvøtt fyri uppskotinum um fosturtøku

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum var einasta tingfólk, sum ikki møtti á tingfundi.

Hevði Kaj Leo Holm Johannesen møtt á tingi mikudagin, so var uppskotið um fría fosturtøku samtykt við 16 atkvøðum fyri og 15 ímóti.

Tað sigur hann við Kringvarpið.

Kaj Leo Holm Johannesen var burturstaddur í sjúkuørindum og fekk ikki møtt. Erling Eidegaard úr Tjóðveldi var eisini burtur í sjúkuørindum, men hevði gjørt eina clearingavtalu við Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, soleiðis sum vanligt er. 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann royndi at gera eina clearingsavtalu, men tað var eingin, sum vildi cleara við hann, so tað miseydnaðist. 

Tá Sosialurin hevur spurt tingfólk um teirra meining um hetta málið, so hevur Kaj Leo Holm Johannesen verið ein av teimum fáu, sum ikki hava viljað sagt sína hugsan alment. Men tað hevur hann áður gjørt, eitt nú í samrøðu við Rás2 í 2008, tá hann var løgmaður.

– Eg haldi tað, at tað er kvinnan sjálv, sum skal taka avgerð um fosturtøku, endurtók Kaj Leo Holm Johannesen í samrøðu við Kringvarpið á middegi.

Soleiðis kunnu vit staðfesta, at tað er meiriluti millum tingfólk fyri fríari fosturtøku í Føroyum, hóast tilvildin vildi tað, at minnilutin mikudagin var javnt stóru við meirilutan, sum møtti á tingi.