Kann nú metast millum Føroya bestu dagstovnar

- Barnagarðurin á Svangaskarði kann nú metast millum Føroya bestu dagstovnar. Tað er niðurstøðan hjá Nes kommunu eftir eina nýggja nøgdsemiskanning.

Týskvøldið var framløga á Svangaskarði á Toftum av nøgdsemiskanningini hjá Barnagarðinum.

 

Tað er Lóður, sum hevur gjørt kanningina fyri Nes kommunu.

 

- Fitt av fólki møtti til framløguna, og hýrurin var góður, tí staðfest varð, at gongdin hjá stovninum er sera jalig, siga tey í kommununi.

 

Víst verður á, at 2020 luttóku foreldur og starvsfólk í líknandi kanning, sum tá vísti eina mynd av einum stovni við ymiskum avbjóðingum.

 

Síðan hevur verið arbeitt miðvíst við at betra um ymisk viðurskifti. 

 

Í Nes kommunu vísa tey á, at miðvísa arbeiðið hjá stovninum hevur givið góð úrslit, sum bæði foreldur og starvsfólk staðfestu í nýggju kanningini.

 

- Vit fegnast um góðu gongdina, og at Barnagarðurin á Svangaskarði nú kann metast at verða millum Føroya bestu dagstovnar.

 

Í kommununi takka tey leiðslu, starvsfólkum og foreldrum fyri sera gott og gevandi samstarv.

 

- Eisini nýta vit høvið at takka Hera Joensen frá Lóður fyri at hava samskipað og staðið fyri kanningini, siga tey í Nes kommunu í dag.

 

##med2##