Karina Poulsdóttir Debes vart ph.d. á Københavns Universitet

12. juni vardi Karina Poulsdóttir Debes ph.d.-ritgerð sína á Institut for Veterinær- og Husdyrvidenskab, Københavns Universitet, skrivar gransking.fo.

 

Ritgerðin kallast “Post-infarction myocardial function and the impact of SGLT2 inhibitors and obesity in porcine models”.  Hon er grundað á tríggjar vísindaligar greinar, sum eru ávegis, umframt aðrar útgávur.

 

Lisbeth Høier Olsen, professari, hevur verið høvuðsvegleiðari. Hjávegleiðaranir vóru Thomas Jespersen, Jacob Eifer Møller, Trine Pagh Ludvigsen, Jeppe Egedal Kirchhoff, og Henrik Duelund Pedersen.

 

Í metingarnevndini vóru:

 

Kirstine Callø, lektari á Institut for Veterinær- og Husdyrvidenskab, Københavns Universitet, forfólk

Aage Kristian Olsen Alstrup, Lektari á Institut for Klinisk medicin, Aarhus Universitet

Subodh Verma, professari á Department of Pharmacology and Toxicology and Department of Surgery, University of Toronto

 

Verkætlanin er fíggjað av The LIFEPHARM In Vivo Pharmacology Centre, sum er samstarvseind millum Københavns Universitet og Novo Nordisk.

 

Karina P. Debes sigur soleiðis um ph.d.-arbeiðið:

 

“Áðrenn nýggjur heilivágur verður nýttur til menniskju, verður hann royndur í djórum í sokallaðum djóramodellum fyri at kanna, um heilivágurin riggar og er tryggur. Ynskiligt er, at djóramodellini, sum vit brúka, skulu hava somu sjúkueyðkenni sum menniskju, fyri at modellið kann sigast at hava eitt høgt translatiónsvirði. Tad vil siga, at vit kunnu umseta tað vit finna í djóramodellum til tað, sum man sær í menniskjum, tí í síðsta enda skal granskingin koma menniskjunum til góðar. Til dømis skal eitt djóramodell fyri sukursjúku hava høgt blóðsukur og kunna viðgerast við eitt nu insulin.

 

Grísar líkjast menniskjum nógv í hjartavøddabygnaði og -fysiologi. Høvuðsendamálið við ritgerðini var at lýsa hjartavøddafunktiónina hjá grísum við eksperimentelt framkallaðum blóðtøppi í hjartanum.

 

Í grein I kannaðu vit mitokondriufunktiónina í hjartavøddanum í slátursvínum beint eftir og fýra vikur eftir ein blóðtøpp í hjartanum.

 

Í grein II lýstu vit infarktstøddina, hjartapumpufunktión, EKG, biomarkørar, mitokondriufunktiónina og genekspressiónina hjá Göttingen Minipigs átta vikur eftir ein blóðtøpp í hjartanum, umframt at kanna ávirkanina av eini viðgerð við heiliváginum dapagliflozin, sum er ein SGLT2-inhibitor. Göttingen Minipigs hava ein meira støðugan vøkstur enn slátursvín, og tí eru teir betri egnaðir til longri royndir.

 

Í grein III kannaðu vit, hvussu yvirvekt ávirkaði infarktstøddina, EKG, biomarkørar og mitokondriufunktiónina hjá Göttingen Minipigs átta vikur eftir ein blóðtøpp í hjartanum. Yvirvekt og fiti hjá menniskjum eru heimsumfatandi trupulleikar, sum økja um vandan fyri at fáa ein blóðtøpp í hjarta, men hóast hetta eru flest allar royndir gjørdar í klønum/normalvektigum djóramodellum. At inkludera yvirvekt í djóramodellinum kann tí økja um translatiónsvirði hjá djóramodellinum, tí tá líkist tað meira støðuni hjá menniskjum.”

 

Hetta stendur m.a. at lesa á gransking.fo.