KÍ greiddi setningin í Sørvági

4-0 sigurin ber boð um, at klaksvíkingar í dag megnaðu handverkið soleiðis, sum favorittleikluturin legði upp til

Kristoffer Ødemarksbakken skoraði tvey mál í sínum fyrsta landskappingardysti fyri KÍ Mynd: KÍ

Hósdagin fara Espen Haug og hansara menn á Tórsvøll at spæla í Europa League. Nú teir eru á veg úr Sørvági við 4-0 sigri í viðførinum venda teir fokus ímóti tí uppgávuni. Sigurin í dag ber við sær, at KÍ hevur 39 stig og er næstfremst. Stigatalið og málmunurin er tann sami, sum hann er hjá HB, sum í annaðkvøld fer at spæla á heimavølli ímóti Skála. At KÍ er í dag er ovari á talvuni enn HB kemst av, at KÍ hevur skorað 36 mál, og at HB hevur skorað 33 mál.

 

Síðani týskvøldið, tá ið KÍ vann 3-2 á heimavølli ímóti Malmö FF, hava teir havt fokus á avbjóðingini, sum teir í dag megnaðu í Sørvági.

 

Sammett við týskvøldið vóru fleiri broytingar á KÍ liðnum. Eitt nú vóru Odmar Færø og Céderic Yambéré ikki á listanum í dag, meðan Heini Vatnsdal fyri fyrstu ferð í ár var millum teir fyrstu ellivu.

 

Tað regnaði av grimd, og tað sást aftur á leikliga avrikinum. KÍ var væl meiri á bóltinum, og klaksvíkingar høvdu 11 royndir á málið aftanfyri Sebastian John, meðan 07 vestur hevði tvær royndir ímóti málinum hjá Mark F. Jensen.

 

Kristoffer Ødemarksbakken hevur víst seg at vera fongur, síðani hann fyrr í summar flutti úr Norra og til KÍ. Í dag skoraði hann í stórt korter í fyrra hálvleiki tvey mál. Tað seinna var við fínum skoti upp í nettakið eftir gott uppspæl í høgru og útfrá baklinjuni sending frá René Shaki Joensen. Hetta var fyrsti landskappingardysturin hjá honum, og harvið vóru hetta fyrstu málini hjá honum í føroysku landskappingini.

 

Jóannes K. Danielsen var sera væl upplagdur á vongverjanum í høgru hjá KÍ, og tað var hann, sum miðskeiðis í seinna hálvleiki økti um munin til 3-0, tá ið hann mitt fyri málinum og úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið eftir uppspæl í høgru. Páll A. Klettskarð átti uppleggið, og tíggju minuttir undan leikloki var tað Páll A. Klettskarð sum eftir smáspæl í høgru og úr stuttari fjarstøðu staðfesti 4-0 sigurin. Hetta var fimtanda málið hjá Páll í landskappingini í ár.

 

Á liðnum hjá 07 Vestur vóru tað í dag sjey lokalir spælarar. Tað eru væl fleiri vágamenn á besta liðnum, enn tað hava verið fyrr í ár. Eitt nú var 18 ára gamli Jónas Prior fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu. Hann var í miðverjuni saman við Sonna Ragnar Nattestad, sum er nýggjur liðformaður. 

 

At tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku ímóti KÍ kenna teir neyvan sum nakra skandalu. Vágamenn hava sett sær fyri, at Dan Brimsvík skal menna lið við lokalum spælarum og í dag tóku teir fyrsta stigið á tí leiðini. Fyritreytirnar hjá heimaliðnum vóru ikki tær somu, sum tær vóru hjá KÍ, skilt á tann hátt, at meðan KÍ hevur fingið dystarvenjing í fýra dystum í Europa, so hevur 07 Vestur ikki spælt kappingardystir, síðani landskappingin fór í summarfrí.

 

Næsti landskappingardysturin hjá 07 Vestur verður sunnudagin um eina viku á útivølli ímóti B68, meðan næsti landskappingardysturin hjá KÍ verður sunnudagin á heimavølli ímóti ÍF.

 

 

 

07 Vágar – KÍ 0-4 (0-2)

 

0-1: Kristoffer Ødemarksbakken

 

0-2: Kristoffer Ødemarksbakken

 

0-3: Jóannes K. Danielsen

 

0-4: Páll A. Klettskarð

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

07 Vestur: Sebastian Linnet John – Filip Brattbak, Jónas Prior, Sonni Ragnar Nattestad, Jóannis á Steig – Janus Svabo Samuelsen,  Jón í Horni Nielsen, Mikkel Jakobsen – Teitur Olsen, Oddur í Haraldstovu Petersen, Emil G. Pedersen

 

KÍ: Mark F. Jensen – Alexander Berntsson, Børge Petersen, Heini Vatnsdal – Jóannes K. Danielsen, René Shaki Joensen, Albert Ejupi, Patrick Da Silva – Joseph Michael Williams, Páll A. Klettskarð, Kristoffer Ødemarksbakken

 

Kristoffer Ødemarksbakken skoraði tvey mál í sínum fyrsta landskappingardysti fyri KÍ Mynd: KÍ