KÍ spælir um 5,5 milliónir krónur

Champions League: Brøgdini í Evropa í fjør skulu nú leggjast afturum

KÍ og Árni Frederiksberg ferðaðust kring alt Evropa í fjør. Bæði sum lið og spælari, men eisini sum ein sólskinssøga, tí hvussu kann eitt felag úr einum býi við fimm túsund íbúgvum vinna á ungarsku, svensku og norsku meistarunum – og hvussu kundi ein “pizza-seljari” verða toppskjútti í undankappingini?

 

Hetta er nú alt søga. KÍ hevur ein nýggjan veruleika at fyrihalda seg til. Ein veruleika, har Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jákup B. Andreasen og Mads B. Mikkelsen ikki verða við vegna skaðar, Jóannes K. Danielsen hevur leikbann, Magne Hoseth er endaður í B36 umvegis eitt 50-dagar skrekkævintýr í Lyngby og aðrar hetjur sum Luc Kassi, Jonathan Johansson og Vegard Forren ikki eru í felagnum longur.

 

KÍ byrjar í kvøld av nýggjum. Fyrra hálva í 2024 hevur ikki verið gott. Håkan Lunov bleiv settur og koyrdur. Innkeypini hava ikki riggað og spælarar hava havt árin av langa kappingarárinum í fjør. Nú hevur Espen Haug fingið til uppgávu at venda gongdini.

 

Og tað er ikki ov seint. Landskappingin er komin í helvt og KÍ er bara trý stig frá silvurheilðursmerkjunum. Leiðslan í felagnum hevur sansað álvaran og keypt fýra nýggjar útlendskar spælarar. Alexander Berntsson, Albert Ejupi, Joseph Michael Williams og Kristoffer Ødemarksbakken eru komnir til.

 

Avrikini hjá KÍ hava verið á eini leið seinastu tíðina. Stigini koma á konto og fleiri spælarar eru á veg aftur úr skaðastovuni. Odmar Færø kann traðka til eina løtu í kvøld, meðan Heini Vatnsdal og Hallur Hansson venja aftur. Tíverri fyri KÍ er René Shaki Joensen ivasamur og Jonn Johannesen skaddur.

 

Móstøðan í kvøld er er úr Luksemborg. KÍ skal spæla móti Differdange 03. Hetta er eitt felag, sum hevur skift nógv út í hópinum og tað er eitt sindur torført at meta um styrkini. Landskappingini í Luksemborg er ikki byrjað aftur og hetta er ein fyrimunur fyri KÍ.

 

Vinnur KÍ samanlagt á FC Differdange 03, so sleppur KÍ víðari í Champions League kappingini og tryggjar sær fyribils 5,5 milliónir krónur í vinning. KÍ hevur vunnið á Bodø/Gllimt og spælt javnleik móti Ferencvaros og BK Häcken í Klaksvík. Tí bendir nakað á, at tað verður ein javnur og spennandi dystur í kvøld.

 

Champions League 1. undanumfar:

 

KÍ – FC Differdange 03 (19.00)