KÍ var fyrsti gestur hjá Magna Hoseth

1. DEILD: Við teprum sigri varðveitti B36 støðuna sum ósigrað oddalið

Mynd: B36

Mikukvøldið var nýggi B36 venjarin Magne Hoseth fyrstu ferð saman við spælarunum. Í gjárkvøldið var fyrsti dysturin, síðani hann kom í Gundadal og til B36. Tað var gamla føroyska felagið hjá honum, sum vitjaði.

 

Næstbesta KÍ liðið tapti 3-2 í Gundadali ímóti B36. Hetta var fyrsti dystur í 13. umfari, og úrslitið ber við sær, at B36 framvegis er ósigrað topplið. B36 hevur vunnið sjey dystir, og seks ferðir er tað endað javnt.

 

KÍ var tvær ferðir á odda, og hálvleiksstøðan var 2-1 til klaksvíkingar. KÍ er á áttanda plássi við 14 stigum fyri 12 dystir. Heimadysturin ímóti B71, sum upprunaliga var ásettur at vera 31. mai, varð útsettur orsakað av verkfallinum.

 

Heðin Klakstein legði KÍ á odda longu í fyrsta minutti, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði Rógvi Fossabrúgv við brotssparki. Fimm minuttir var KÍ á odda 2-1. Tað 17 ára gamli Heini Dai Jørgensen, ið skoraði, og sum fyri fyrstu ferð var málskjútti í næstbestu deildini.

 

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, hevði B36 stóran møguleika at javna, men Hannis Matras í KÍ málinum bjargaði brotssparki frá Rógva Fossabrúgv. Í fyrsta minutti eftir steðgin javnaði Jógvan K. Gullfoss til 2-2, og so var tað eitt korter undan leikloki, at Tórur Eið Eliasen skoraði 3-2 B36 sigursmálið. FaroeSoccer veit at siga, at hetta var 16. ferðin, at hann var við í næstbestu deildini, og hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var málskjútti í 1. deild.

 

 Á B36 liðnum vóru nakrir spælarar, sum nú venja undir leiðslu av Magna Hoseth. Teir eru Benjamin Heinesen, Rói Hansen og Carl Mikkelsen. Á KÍ liðnum vóru Jákup N. Vilhelmsen, Dávid B. Andreasen og Silas Gaard, sum venja saman við besta liðnum.

 

Í kvøld kl. 19.00 fær Víkingur vitjan av FC Hoyvík, og í morgin vera tríggir dystir: NSÍ – B71, AB – FC Suðuroy og TB – HB.

 

Mynd: B36