Klinikk B bjóðar framkomnar laserviðgerðir saman við húðlækna

24.-27. apríl er eitt serligt tiltak hjá Klinikk B, har tú kanst bíleggja tíð og fáa holla vegleiðing frá Beintu Lassen og Michael Heidenheim, húðlækna, um møguleikar til júst tín tørv og ynskir.

Klinikk B og húðlæknin Michael Heidenheim bjóða framkomnar laserviðgerðir.

 

Klinikk B gjørdi risaíløgu í nýggjan lasara heysti 2023. Nordlys frá Candela er ein stórur ”plattformur”, ið kann gera eina ørgrynnu av viðgerðum eitt nú:

 

* Laser hártøku til andlit og kropp

* IPL Rejuvenation / húðynging uttan sproytir

* Minka um fínar linjur, rukkur og stórar porur

* Minka um reyð og blá blóðkør

* Minka um húðsjúkuna Rosacea (nervøs rødme) og reyðliga húð

* Geva javnari húðtóna og minka um aldursplettar á m.a andliti og hondum

* Minka um sjónlig arr eftir skaða og skurðviðgerð

* Minka um reyða og brúna missliting á arrum

* Minka um strekkmerkir og missliting

* YAG til reyðar og bláar æðrasprongingar á beinum v.m

 

Beinta Lassen, sum eigur og rekur viðgerðastovuna Klinikk B á fjúrtanda árið, er góðkend og skrásett til kosmetiskar viðgerðir, ið umframt laser, eisini fevna um mesoterapi, skinbooster, HIFU, radiofrekvens, filler og Botox.

 

Nýggi lasarin er helst hin mest framkomni á marknaðinum og kemur aftrat teimum lasarum, sum Beinta hevur í klinikkini. Beinta hevur sera drúgvar royndir innan lasaraviðgerðir og hevur gjørt fleiri túsund kosmetiskar viðgerðir seinastu mongu árini.

 

Kundaskarin er stórur og fevnir um kvinnur og menn úr 14 til 92 ár. Tey yngri koma fyri ringa húð, akni, arr og strekkmerkir. Tey úr 30 ár og uppeftir koma til laserhártøku, yngjandi viðgerðir, ið antin útsetir ella tekur burtur rukkur, lyftir upp hangandi ”súran” munnklova,  minkar um ”hamsterposar” og annað, sum kemur við árunum.

 

Nýggi lasarin er sera væl dámdur, antin saman við filler og Botox ella einsamallur sum uppfrískandi húðynging til tey, ið ikki ynskja sproytir, nálir - ella at nakað verður sproytað inn í húðina, men bert ynskja at síggja frískari og yngri út, við ljósinum ið lasarin gevur.

 

Nógv ringja og koma á gátt og siga seg vilja hava somu viðgerð, sum Herborg Torkilsdóttir, songkvinnan. Tí tey á sosialu miðlinum hava sæð Herborgsa flotta húðyngjandi úrslit, tá hon sum ein av teimum fyrstu í Føroyum royndi nýggja lasaran undir myndatøku.

 

Tað er sera umráðandi fyri okkum, at vit ikki bara fylgja rákinum innan tað kosmetiska økið, ið til tíðir kann vera ógvusligt og síggja ónáttúrligt og ”gjørt” út, við stórum varrum, kinnbeinum og andlitum ið nærmast ikki hava mimik, tí ov nógv filler og Botox verður brúkt.

 

Okkara mál er altíð at geva eitt so náttúrligt úrslit sum gjørligt, soleiðis at onnur bert viðmerkja, at tú sært so frísk/ur ella væluppløgd/ur út.

 

Michael Heidenheim, húðlækni, ið mong kenna frá hansara áralanga arbeiði á húðambolatorinum á Landssjúkrarhúsinum, varðar av kosmetisku viðgerðinum hjá Klinikk B.

 

24.-27. apríl er eitt serligt tiltak hjá Klinikk B, har tú kanst bíleggja tíð á tlf. 315 777 og fáa holla vegleiðing frá Beintu og Michael um møguleikar til júst tín tørv og ynskir.

 

Á heimasíðuni www.klinikkb.fo  eins og á facebook-vanganum hjá Klinikk B kanst tú síggja okkara mongu flottu úrslit, eins og fleiri dømir eru á heimasíðuni um ”Make Over” av fleiri føroyingum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##