Kommuna fer at brúka ‘snildar’ blæur og koppar í eldrarøktini

– Tøkniligar loysnir fara at gerast ein neyðugur partur av eldrarøktini framyvir, sigur býráðspolitikari

Virtual Reality-brillur, sum tey gomlu kunnu “ferðast” við, og blæur, sum sjálvar geva boð, tá ið tær skulu skiftast. Hetta eru dømi um nýggja tøkni, sum tey fara at brúka í eldrarøktini í Vesthimmerland kommunu. Tað skrivar DR Nyheder.

 

Formaðurin í heilsunevndini í Vesthimmerland kommunu, Asger Andersen, sigur, at tøkniligar loysnir fara at gerast ein neyðugur partur av eldrarøktini framyvir.

 

– Vit gerast fleiri og fleiri gomul í framtíðini, og vit verða færri og færri at loysa uppgávurnar, so tørvur verður á nýggjari tøkni, sigur hann við DR Nyheder.

 

En av nýggju tøkniligu loysnunum skal tryggja, at tey gomlu fáa nóg mikið at drekka

 

– Snildi koppurin skrásetur sjálvur, hvussu nógv tey gomlu drekka, og hann kann minna borgaran á, at nú er tíð at fáa sær ein vatnsopa, sigur hann.