Kona og børn á dyr tá tey varnaðust royk

- Boðini um roykin í kjallaranum komu klokkan 01.12, og longu klokkan 01.30 var eldurin sløktur. So, hetta gekk rættiliga skjótt fyri seg, sigur løgreglan.

Stutt eftir klokkan 01 í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var í einum sethúsum í Klaksvík.

 

- Tað var nógvur roykur í kjallaranum. Í húsunum vóru maður, kona og tvey børn. Tá tey varnaðust roykin, fóru kona og børn á dyr.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at stutt eftir, at sløkkiliðið var komið á staðið nakrar minuttir eftir fráboðanina, var eldurin sløktur.

 

- Boðini komu klokkan 01.12, og longu klokkan 01.30 var eldurin sløktur. So, hetta gekk rættiliga skjótt fyri seg, legði vaktleiðarin aftrat.

 

Fyrr í gjár fekk løgreglan eisini eina fráboðan um, at eldur var í einum lítlum lastbili á Viðareiði. Fráboðanin kom klokkan 15.26.

 

- Sløkkiliðið fór á staðið, men bilurin kolaðist upp. Hetta var ein gamal bilur, ein sonevndur Pick-Up, og her var eingin fólkaskaði.

 

Hildið verður, at skammlop hevði verið í el-skipanini í bilinum, og tí var eldur komin í. Hetta verður nú kannað nærri, sigur løgreglan.