Kongshjúnini vitja í Tórshavn, Vági, Fámjin, á Tvøroyri og á Eiði

Kongshjúnini koma til Føroya á almenna vitjan í døgunum 12. til 14. juni

 Hetta er fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani tey tóku við trónuni. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini. Tað boðar Løgmansskrivstovan frá.

 

- Eg gleði meg at bjóða teimum vælkomnum til Føroyar sum kongshjún. Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kunnu Kongshjúnini gleða seg til nakrar spennandi dagar í Føroyum.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður

 

Høvuðsstaðurin, Suðuroy og Eiði

 

Á ferðini vitja Kongshjúnini í Tórshavn, Vági, Fámjin, á Tvøroyri og á Eiði. Hjúnini fáa møguleika at uppliva føroyska mentan, náttúru og at heilsa uppá føroyingar í øllum aldri. Kongshjúnini fara av landinum aftur fríggjadagin 14. juni. 

 

Nærri kunning um vitjanarstøð og skrá kemur seinni.