Koyrikort til 17 ára gomul í tinginum í morgin

Í morgin skal Løgtingið atkvøða um ein skrivligan fyrispurning um at loyva 17 ára gomul at koyra bil

Á tingfundi í morgin skal Løgtingið taka støðu til ein skrivligan fyrispurning. Tað er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum hevur sett fram ein skrivligan fyrispurning til landsstýrismannin samferðslumálum, Dennis Holm.

 

Tingkvinnan hevur fingið íblástur úr Danmark, har danska stjórnin ætlar at lækka aldur at koyra bil úr 18 niður í 17 ár, so ung fólk í útjaðaranum kunnu koyra í skúla og til lærupláss, har almennu flutningsmøguleikarnir ikki eru nøktandi.

 

–  Hetta fer millum annað gera tað lættari hjá teim ungu í útjaðaranum at passa skúla, lærupláss, arbeiði o.a. Hetta fer at gera gerandisdagin hjá teimum lættari, vísir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir á.

 

– Danska stjórnin vil vísa teimum ungu størri álit og geva teimum størri frælsi undir ábyrgd. Tað skal vera null toleransa í sambandi við møguliga promillukoyring, og harðari treytir skulu kunna setast teim 17 ára gomlu í sambandivið ferðslulógarbrot, sigur løgtingskvinnan millum annað.

 

Øll eru tó ikki samd við Elsebeth Merceids Gunnleygsdóttir og donsku stjórnini í hesum.

 

Lovisa Petersen Glerfoss, leiðari í Ferðslutrygd, vendir tummilin niður. Hon heldur tað ikki vera nakar fyrimunur at loyva 17 ára gomlum at koyra bil.

 

–  Tú fær meg ikki at siga, at tað er nakar fyrimunur við at lækka aldursmarkið fyri at fáa koyrikort niður í 17 ár. 

 

- Tað kann vera stórur munur á at vera 17 ár og 18 ár. Tí eiga vit at vera sera varin við at lækka aldursmarkið, segði hon

 

Í Danmark er lógin tó broytt soleiðis, at 17 ára gomul kunnu fáa koyrikoyrt. Tó er tað ein treyt, at til tey eru 18 ár skulu tey hava ein fylgjara við í bilinum, sum skal vera í minsta lagi 30 ár og skal hava havt koyrikoyrt í í minsta lagi 10 ár.

 

Beinlleiðis spurningurin frá tingkvinnuni til landsstýrismannin er soljóðandi:

 

– Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at seta aldurmarkið til koyrikort til persónbil niður til 17 ár sum  eina royndarskipan við ávísum  treytum?

 

Løgtingið skal á tingfundi í morgin taka støðu til, um spurningurin skal svarast.

 

Spurningurin og viðmerkingar til spurningin kunnu lesast her