Kristiansand tapti men helt frástøðuna til Viking TIF

Kristiansand mátti lúta fyri toppliðnum, Elverum

Bjarni í Selvindi, Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Kristiansand høvdu ein sera torføran heimadyst móti toppliðnum, Elverum í bestu norsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Dysturin í Aquarama høllini í Kristiansand endaði við einum greiðum 36-28 sigri til Elverum, ið var á odda 17-11 í steðginum.

 

Tíbetur fyri Kristiansand tapti Viking TIF 31-39 (13-22) fyri Runar Sandefjord á útivølli.

 

Hetta merkir, at Kristiansand við 11 stigum á næstaftasta plássinum varðveitir frástøðuna til Viking TIF, ið bert hevur fimm stig. 

 

Liðini hava bert fýra dystir eftir at spæla, og tá Viking TIF skal spæla móti báðum teimum fremstu liðunum, Kolstad og Elverum átti Kristiansand at sloppið undan niðasta plássinum, ið merkir beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina.

 

Í dag skoraði Bjarni fýra mál og legði upp til fýra mál. Helgi skoraði eitt mál og vann liðnum eitt brotskast.

 

Hósdagin 21. mars tekur Kristiansand móti Halden á heimavølli. 

 

Føroysku landsliðsleikararnir koma nú heim til Føroya at venja saman nakrar dagar.