Krøvini handað fyri maskinmeistarar í privatu vinnuni

Maskinmeistarafelagið boðar frá, at formaðurin vónar, at samráðingarnar um sáttmálan fyri privat settu maskinmeistararnar á landi verða lættari enn samráðingarnar við almennu arbeiðsgevararnar, tí viðurskiftini á privata arbeiðsmarknaðinum í hvussu er á pappírinum er meira einføld

Partarnir hittust í Vinnuhúsinum at handa krøvini til nýggja sáttmálan fyri privat settar maskinmeistarar á landi. Úr vinstru eru tað Finnur Joensen, skrivstovuleiðari í Maskinmeistarafelagnum, Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, Alvi Hjelm, ráðgevi í Vinnuhúsinum, Jórun Gardar, varastjóri og ráðgevi í Vinnuhúsinum, Kristoffur Laksá, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og Høgni Hansen, næstformaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag

Í gjár handaðu Maskinmeistarafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) sínamillum krøvini til nýggjan sáttmála fyri maskinmeistarar á landi, sum gekk út 1. juni. Kravhandanin fór fram í Vinnuhúsinum.

Partarnir vóru tíðliga í summar samdir um at bíða eitt sindur við tingingunum, meðan harðast leikaði á við samráðingunum á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Samráðingarnar um teir sáttmálarnar hava verið truplar, og enn er verri enn so slætt borð, men Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, væntar ikki, at samráðingarnar við FAG verða eins truplar.

- Sjálvandi eru eisini snávingarsteinar har, men í hvussu er skuldu fortreytirnar verið til staðar fyri lættari samráðingum, tí nógvir av hesum rættiliga truplu og prinsipiellu knútunum, sum samráðingarnar við land og kommunur hava snúð seg um, hava vit ikki upp á sama máta á privata arbeiðsmarknaðinum, sigur Arnfinn Bech.

Hann leggur tó dent á, at sjálvt um uppgávan á pappírinum kanska tykist lættari, so er tað viljin til semju, sum er avgerandi.

- Í so máta er ongin munur, tí megna vit ikki at finna semju, er avleiðingin tann sama, sama um stríðsspurningarnir eru einfaldir ella truplir, sigur hann.

Onki fæst at vita um krøvini, meðan samráðst verður.