Kursk-álopið hjá Ukraina skal noyða Russland at samráðast

Ukraina fer ikki at "biðja" Russland um samráðingar, men fer at leggja hernaðarligt trýst á, sigur ráðgevin hjá Zelenskyi

Mynd: Tatyana Makeyeva/AFP/Ritzau Scanpix

Russland skal noyðast til "rættvísar" samráðingar umvegis álopið hjá Ukraina í Kursk.

Tað sigur Mykhajlo Podoljak, sum er ráðgevi hjá Volodymyr Zelenskyj, forseta, í einum uppslagi á sosiala miðlinum X í dag.

- Vit hava als ongar ætlanir um at biðja tey: "Vinarliga setið tykkum niður at samráðast." Heldur hava vit víst, at vit hava effektivar tvingsilsmiðlar, sigur hann.

- Umframt búskaparligu og diplomatisku amboðini hava vit hernaðarligu amboðini. Vit mugu geva Russlandi veruligar taktiskar ósigrar.

- Í Kursk-økinum síggja vit týðiliga, hvussu hernaðarlig amboð verða brúkt til at sannføra Russland um eina rættvísa samráðingartilgongd.

Tað var 6. august, at Ukraina byrjaði álop inn í Kursk-økið í Russlandi.

Tað er óvist júst hvussu langt inni í Russlandi Ukraina er komið.

Men verjumálaráðharrin í Ukraina, Oleksandr Syrskyj generalur, segði hósdagin, at Ukraina hevur ræði á umleið 1.000 ferkilometrum í økinum. Fleiri miðlar hava sett talið nakað lægri.

Tað er tó greitt, at talan er um størsta álopið hjá einum útlendskum heri á russiskari jørð síðani seinna heimsbardaga.

Russland hevur sagt, at allar friðarsamráðingar skulu hava við sær, at Ukraina gevur upp land, sum svarar til umleið ein fimtapart av samlaða ukrainska økinum. Talan er um økini Donetsk, Luhansk, Kherson og Zaporizjzja, umframt Krimhálvoynna.

Ukraina hevur sagt seg vera til reiðar til samráðingar, um fullveldið hjá Ukraina verður virt.

 

/ritzau/

 

 

Mynd: Tatyana Makeyeva/AFP/Ritzau Scanpix