Kvinna rakt við gummi-kúlum á Glyvursvegnum

- Vit hava havt einar tvær slíkar hendingar her í miðstaðarøkinum og tvær í Klaksvík, og hetta er ikki at spæla við, sigur løgreglan.

 

Í gjárkvøldið um 20.30-tíðina vendi ein kvinna sær til løgregluna, tí hon varð rakt við gummi-kúlum á Glyvursvegnum.

 

- Hetta hendi, tá ein bilur koyrdi fram við kvinnuni, veit løgreglan at siga í morgun.

 

Tískil er líkt til, at skotið er úr bili, sum tað eisini hevur verið í undanfarum førum í Klaksvík.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at kvinnan gjørdist ógvuliga kløkk, tá hon varð rakt við gummi-kúlum.

 

- Vit hava havt einar tvær slíkar hendingar her í miðstaðarøkinum og tvær í Klaksvík, og hetta er ikki at spæla við.

 

Heitt verður staðiliga á fólk um ikki at skjóta við hesum soft-gun, sum tær verða róptar, eftir gongufólki.

 

- Verða fólk rakt í eyguni, kann álvarsligur skaði standast av hesum, og tá er hetta ikki stuttligt meira.

 

Løgreglan heldur seg hava eina hóming av, hvør tað er, sum hevur skotið, og nú verður leitað eftir viðkomandi.

 

- Hetta verður revsað sum brot á skilhaldsreglur, men verður onkur raktur í eyguni, er støðan ein heilt onnur, og revsingin verður hareftir.