Lærarar eiga ikki at brúka egin amboð

Tað er til eina og hvørja tíð uppgávan hjá arbeiðsgevaranum at útvega starvsfólkunum neyðugu amboðini, so sum fartelefon, teldu ella annað, um tey skulu brúkast í arbeiðinum, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Telda og telefon eru amboð, sum allir lærarar brúka dagliga í sínum starvi og sum eru neyðugir, um allar uppgávurar skulu røkjast. Lærarafelagið ræður lærarum frá at brúka egin amboð í arbeiðnum.

 

Hetta skrivar skulabladid.fo.

 

Skúlar nýta Kervi+ til nógvar skrásetingar, m.a. skráseting av fráveru hjá næmingunum. Sum skipanin er ment, so er tað lætt at nýta fartelefonina til hesa skráseting. Nevndin í Føroya Lærarafelagið hevur kannað, hvat fyri amboð lærarar brúka í hesum arbeiðinum. Úrslitið er, at nógvir lærarar brúka sína egnu fartelafon at skráseta fráveruna hjá næmingum. Hesum ræður felagið lærarum frá.

 

Felagið ræður lærarum frá at brúka sína egnu fartelefon til arbeiðið. Tað er til eina og hvørja tíð uppgávan hjá arbeiðsgevaranum at útvega starvsfólkunum neyðugu amboðini, so sum fartelefon, teldu ella annað, um tey skulu brúkast í arbeiðinum, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður felagsns.

 

Sum dømi kann nevnast, at um ein lærari má nýta teldu til teldupost, til at dagføra heimasetningin inni á heimasíðuni, at føra protokol talgilt ella telefon at tosa við heimini og aðrar myndugleikar, so má arbeiðsgevarin útvega læraranum amboðini til hetta. Lærarin kann ikki vera kravdur at nýta síni egnu tól, Skúlablaðið á www.skulabladid.fo