Landsliðsspælari til HB

Betri deildin menn: HB hevur leigað Noah Hans Mneney úr Bryne

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Noah Mneney í landsdysti móti Estlandi í Baltic Cup

HB hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur leigað føroyska landsliðsspælaran, Noah Hans Mneney, úr norska Bryne. Leigusátmálin er galdandi fyri restina av árinum.

 

Noah Hans Mneney hevur júst verið við landsliðnum, sum spældi í Baltic Cup. Hann spælir annars fast við U21-landsliðnum, men hevur í nøkrum førum vunnið seg á A-landsliðið, har hann hevur spælt ein undankappingardyst.

 

Noah Hans Mneney er uppvaksin í ÍF, men skifti sum ungir til Víkingi. Har vann hann sær fast pláss á miðvøllinum og tey vóru eisini fleiri, ið væntaðu at hann endaði aftur í Sarpugerði, nú tað hevur ljóðað í longri tíð, at miðvallarin er á veg aftur til føroyskan fótbólt.

 

- HB hevur gjørt avtalu við norska felagið Bryne um at leiga Noah Mneney restina av hesum kappingarárinum. Noah er 21-ára gamal miðvallari, og hevur spælt við Bryne síðani 2023. Áðrenn tað spældi hann við Víkingi, har hann fekk 73 dystir í Betri-deildini, 13 í steypakappingini og 4 í Conference League. Hann hevur spælt á øllum føroysku ungdómslandsliðum frá U17 til U21, og hevur eisini spælt 5 A-landsdystir fyri Føroyar, skrivar HB.fo.

 

HB leigaði fyrr í ár miðverjan Elias Rusborg úr Hvidovre, men hann er farin aftur til Danmarkar. Noah Hans Mneney er ikki ein beinleiðis avloysari, tí hann spælir fyri tað mesta á verjukenda miðvøllinum. Har hevur HB Heðin Hansen og Magnus Holm Jacobsen, men seinnnevndi hevur ikki spælt nógv vegna skaða.

 

 

 

HB spælir í leygarkvøldið móti 07 Vestur.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Noah Mneney í landsdysti móti Estlandi í Baltic Cup