Landssjúkrahúsið fer kanska at hava sjúkrabil á Sandi

- Ætlanin er, at bilurin skal mannast við starvsfólki frá sjúkraflutningstænasuni á Landssjúkrahúsinum, sum í bráðstøðum - og tá tað ikki er møguligt at brúka tunnilin - verða flutt til Sands við tyrlu, sigur Margit Stórá.

Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, fyrispurningar um sjúkraflutningstænastuna í Sandoynni, sum nú er søga. Fyrispurningurin er svaraður, og her verður sagt, at bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum arbeiðir við einari loysn fyri Sandoynna.

 

Spurningarnir hjá løgtingsmanninum vóru soljóðandi: 

 

1. Hví verður tænastan hjá sandoyggjafólki viðvíkjandi sjúkraflutningi gjørd verri, nú sjúkraflutningstænastan í oynni verður niðurløgd?

 

2. Hvussu verður við tilbúgving og trygd hjá sandoyggjafólki, um óhapp henda í tunlinum?

 

3. Hví er sjúkraflutningstænastan í Sandoynni ikki partur av tilbúgvingini í Sandoyartunlinum?

 

Í sínum svari til spurning 1, sigur Margit Stórá soleiðis:

 

- Tann 31. mai 2024 gekk sáttmálin út um sjúkraflutning millum Sjúkrahúsverkið og ein privatan veitara í Sandoynni. Hetta merkir, at tá ringt verður til 112 í dag, verða boð send á Landssjúkrahúsið, sum beinanvegin sendir sjúkrabil við bæði royndum og vælútbúnum ambulansuviðgerðum á staðið.

 

Hon vísir á, at fólkini, sum arbeiða í Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum, hava drúgvar royndir við at veita viðkomandi hjálp til bráðfeingis støður, sum til dømis at geva rættan heilivág í samráð við liðlæknan í Sjúkrahúsverkinum.

 

- Eftir at stórar broytingar eru hendar í undirstøðukervinum í Føroyum, nú hava fingið Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil, er eitt arbeiði sett í verk, har arbeiðsbólkur við umboðum frá sjúkraflutningstænastunum á øllum trimum sjúkrahúsunum arbeiðir við at endurskoða sjúkraflutningstænastuna í Føroyum.

 

Hon sigur, at í samsvari við strategiina hjá sjúkrahúsverkinum hevur sjúkrahúsverkið arbeitt við at útrokna responstíðina, ið er tíðin, sum vanliga verður máld frá tí, at ringt verður 112, til hjálpin er á staðnum.

 

- Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at responstíðirnar eru heilsufakliga nøktandi um alt landið – eisini í Sandoynni.

 

Margit Stórá vísir á, at enn er ov tíðliga at meta um responstíðina í Sandoynni út frá veruligum royndum. Tí hevur sjúkrahúsverkið fyribils mett um responstíðina, har tað einans verður tikin hædd fyri fjarstøðu og ferð.

 

Arbeiðsbólkurin, sum situr við hesum arbeiði, er ikki liðugur enn, men mett verður, at respontíðirnar í Sandoynni koma at liggja á leið sama støði, sum tær gera nógv onnur støð í landinum.

 

- Arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum verður liðugt í næstum, leggur hon aftrat.

 

Í sínum svar til spurning 2 og 3, visir landsstýriskvinna á tilbúgvingarætlanina fyri Sandoynna, har eitt nú er ásett, at "um vanlukkan er av slíkum slag, at ikki er møguligt at flyta sjúklingar út við tunnilsmunnan á Streymoynni, men í staðin Sandoyarmegin, verða hesir møguleikar brúktir":

 

• Tyrlur verða brúktar til at flyta tey skaddu.

 

• Fyrimunur kann eisini vera at brúka tyrlur, um vanlukkan er við munnan á Streymoynni. Hetta má støða takast til í hvørjum einstøkum føri - alt eftir, um tyrlurnar eru tøkar, og hvussu skjótt kann berast at.

 

• Um tað verður mett neyðugt, verður skip brúkt til at flyta tey skaddu úr Sandoynni í Streymoynna.

 

- Tað skal í hesum sambandi nevnast, at Sløkkiliðið á Sandi og Tórshavnar Sløkkilið, sum partur av tunnilstilbúgvingini, hava avtalu um, at ein sløkkiliðsbilur stendur klárur at brúka í einum bilhúsi á Sandi. 

 

Margit Stórá vísir á, at sambært sjúkrahúsverkinum arbeiðir bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum við einari líknandi loysn við sjúkrabili í sama bilhúsi.

 

- Samskifti er millum partarnar um hesa avtalu, men enn er ikki komið endaliga á mál, sigur hon.

 

Landsstýriskvinnan leggur aftrat, at tað verður Sjúkraflutningstænastan á Landssjúkrahúsinum, sum skal hava ábyrgd av sjúkrabilinum, meðan Sløkkiliðið á Sandi eigur bilhúsið.

 

- Ætlanin er, at bilurin eftir tørvi skal mannast við starvsfólki frá sjúkraflutningstænasuni á Landssjúkrahúsinum, sum í bráðstøðum - og tá tað ikki er møguligt at brúka tunnilin - verða flutt til Sands við tyrlu, sigur Margit Stórá.