Lemvig-Thyborøn endaði við svartaperi

Liðið hjá Vilhelmi Poulsen tapti fyri Aalborg og má tungu gongdina niður í næstbestu donsku hondbóitsdeildina

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn høvdu ryggin móti múrinum undan seinasta dystinum í grundspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Teir ferðaðust til Aalborg fyri at spæla móti oddaliðnum, Aalborg, har teir vóru pískaðir at vinna fyri at hava ein møguleika at sleppa av aftasta plássinum í deildini, og harvið beinleiðis niðurflytingini. 

 

Aalborg sum var greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum vann ein sannførandi 35-28 sigur á Lemvig-Thyborøn, ið endaði við svartaperi og flytur beinleiðis niður í næstbestu deildina. 

 

Lemvig-Thyborøn var væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan javnleikur 15-15. Liðini fylgdust til støðuna 18-18, men so dróg Aalborg frá og var á odda bæði 30-21 og 33-23, og so var øll vón úti hjá Vilhelm og liðfeløgunum.

 

Vilhelm skoraði ikki í dag, men hann var sera sterkur í assist-spælinum og hann legði upp til heili seks mál í dag.

 

Endaliga støðan í grundspælinum:

 

NummarLið:Dystir Stig
1Aalborg2646
2Fredericia 2639
3GOG    2633
4Bjerringbro/Silkeborg2631
5Mors-Thy   2631
6Skjern2626
7TMS Ringsted   2626
8Ribe-Esbjerg 2625
9Skanderborg AGF   2624
10SønderjyskE2622
11TTH  2618
12KIF Kolding  2616
13Nordsjælland2614
14Lemvig-Thyborøn2613