Andreas Wolff og Elias kunnu gerast liðfelagar í Kiel

Sambært Kieler Nachrichten hevur Andreas Wolff hug at royna seg aftur í týsku bundesliguni

Hann hevur spælt heilar 151 landsdystir fyri Týskland, og nú ljóðar, at hann og Elias Ellefsen á Skipagøtu kunnu gerast liðfelagar í THW Kiel.

 

Stóra lokala blaðið, Kieler Nachrichten skrivar, at longu í vár var samband millum THW Kiel og Andreas Wolff, ið seinastu fimm árini hevur spælt við pólska stórliðnum, Kielce.

 

Stjórin í THW Kiel, Viktor Szilagyi, sigur við Kieler Nachrichten: - Andreas Wollf hevur hevur fyri stuttum givið til kennar, at hann vil gjarna venda aftur til Týsklands. Tað er ikki farið framvið hjá mær, so vit hava samskift í Köln. Býðst ein møguleiki fara vit at gera okkara fyri, at hetta kann gerast veruleiki. Men enn er tað ov tíðliga at siga nakað ítøkuligt um tað.

 

Andreas Wolff hevur ein sáttmála við Kielce, ið røkkur til 2028. Men týski landsliðsmálverjin hevur í sjónvarpssending í Týsklandi tosað um eitt møguligt skiftið: - Eg vil ógvuliga gjarna flyta aftur til Týsklands. At kunna máta seg við tey bestu feløgini í heiminum viku aftaná viku, og ikki bara í Champions League er nakað sera, sera áhugavert. Hetta kundi eisini ment mítt ítróttarliga støðið. Segði Andreas Wolff í sendingini. 

 

Frá 2025 verður dugnaligu spanski málverjin, Gonzalo Pérez de Vargas. Og fáa teir eisini Andreas Wolff verður talan um tveir málverjar í fremsta flokki í heiminum.