Menn í masku drepa ein og særa fimm í brúdleypi í Fraklandi

Sambært einari keldu hjá løgregluni var tað ein ósemja í kriminella umhvørvinum, sum elvdi til skottilburðin í eini veitslu í Thionville.

 

Løgreglan arbeiðir á brotsverksstaðnum í Thionville sunnumorgunin. - Mynd: Jean-Christophe Verhaegen/Ritzau Scanpix

Ein persónur doyði og fimm aðrir fingu skaða, tá maskeraðir menn í nátt skutu í brúdleypsveitslu í Fraklandi.

Tað upplýsir ein kelda hjá løgregluni fyri tíðindastovuni AFP.

Løgreglan hevur illgruna um, at skottilburðin stóðst av ósemju í rúsevnaøkinum.

Skjótingin fór fram í býnum Thionville, sum liggur tætt við markið til Týskland og Luksemburg.

- Klokkan 01:15 fór ein hópur útum at roykja framman fyri veitsluhøllini, og tá komu tríggir tungtvápnaðir menn og skutu skot í teirra (gestunum) ætt, sigur keldan frá løgregluni sambært AFP.

Gerningsmenninir flýddu síðani av staðnum. Enn eru teir ikki handtiknir sunnumorgunin.

Tvey av teimum særdu hava fingið álvarsligan skaða. Ein er í lívsvanda, stendur.

Tað vóru umleið 100 fólk til staðar í brúðarveitsluni.

/ritzau/

 

Løgreglan arbeiðir á brotsverksstaðnum í Thionville sunnumorgunin. - Mynd: Jean-Christophe Verhaegen/Ritzau Scanpix