Mentanarstuðulin skal umsitast við armslongd

Í samgonguskjalinum stendur, at filmsstuðulin skal umsitast sambært armslongdarmeginregluni.

Armslongdarmeginreglan merkir, at tað ikki er landsstýrisfólkið sjálvt, ella politiska skipanin annars, sum tekur avgerð um stuðulin, men serkøn fólk við serligari vitan og førleikum á ymisku økjunum – við støði í almennum reglum, sum politiska skipanin hevur ásett.

 

Endamálið við armslongdarmeginregluni er at tryggja, at avgerðir um stuðul ikki eru grundaðar á eitt nú politisk, átrúnaðarlig ella persónlig atlit, men á listarliga dygd ella onnur viðkomandi og saklig atlit.

 

Byrjað verður við filmsstuðlinum, sum ætlandi verður fluttur úr stjórnarráðnum til eitt nú Mentanargrunn Landsins, men í longdini verður eisini hugt at øðrum stuðulsskipanum á mentanarøkinum. Í hesum sambandi verður neyðugt, við heimild í løgtingslóg um stuðul til mentan og list, at gera eina kunngerð um, hvussu stuðulsskipanirnar skulu umsitast.

 

Samsvarandi armslongdarmeginregluni er biograflógin í farna ári tikin av, og tí krevst ikki longur góðkenning frá landsstýrinum til at reka biograf ella til staksýningar.