MEST sleppur helst at bjóða upp á rannsóknarskip

Danmarks Tekniske Universitet fer at bjóða arbeiðið út av nýggjum

Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.

Mikudagin frættist, at føroyska skipasmiðjan Mest ikki sleppur at bjóða upp á uppgávuna at byggja nýtt skip til Danmark, sum skal brúkast til havgransking.

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður boðaði frá, at hann hevði biðið stjórnina um frágreiðing um løgna kravið, sum ger, at Mest ikki kann bjóða.

Nýggjast skipið í ríkinum av slíkum slag er Jákup Sverri, sum Mest hevur bygt. Men av tí at kravið frá til undangóðkenning frá tekniska háskulanum í Danmark, DTU, er, at skipasmiðjur skulu hava bygt slík skip áður, og at tey skulu hava verið minst 55 metrar lang, so sleppur Mest ikki at bjóða, tí at Jákup Sverri er ikki 55 metrar langur, hann er 54 metrar langur.

Í morgun skrivar Sjúrður Skaale tó, at hann hevur tosað við leiðaran á Danmark Tekniska Universitet.

–  Skal ikki siga hvat bleiv sagt, men hann fortaldi, at útboðstilfarið í samband við útbjóðing av nýggjum havrannsóknarskipið verður tikið aftur, og nýtt útboðstilfar verður sent út. 

– Tað vóru dagsins bestu tíðindi, skrivar Sjúrður Skaale í morgun.