Nato-stjóri skal sannføra hjartkiptan Orbán um Ukraina-ætlan

Apalskrivairn í Nato, Jens Stoltenberg, vantar stuðul frá Victor Orbán til felags ætlan um vápn til Ukraina.

Viktor Orbán hevur í seinastuni ávarað um vandan fyri veruligum kríggi millum Vesturheimin og russland, sum 24. februar 2022 gjørdi innrás í Ukraina. (Arkivfoto). - Foto: Alex Halada/Ritzau Scanpix

Natoaðalskrivarin Jens Stoltenberg vitjar í dag í Ungarn fyri at royna at sannføra Viktor Orbán, forsætisráðharra, um at styrka verjuna av Ukraina.

Vitjanin kemur eftir alsamt fleiri ávaringar frá Orbán um veruligt kríggj millum Vesturheimin og Russland, sum 24. februar í 2022 gjørdi innrás í Ukraina.

Ungarn er tættasti sameindi hjá Russlandi í ES og hevur víst aftur at veita vápn til Ukraina.

Orbán hevur fyri kortum tosað opið um at »endurdefinera« landsins støðu í Nato fyri at sleppa undan, at Ungarn skal luttaka í hernaðarligum átøkum uttan fyri økið hjá verjusamgonguni.

Stoltenberg vil hinvegin hava Nato til at spæla ein størri og meira samskipaðan leiklut í at veita Ukraina vápn.

Ein slík ætlan kann tó bert samtykkjast við stuðli frá Ungarn, sum eisini í ES høpi hevur forðað fyri felags vápnaveitingum og øðrum stuðli til Ukraina.

Umboð og diplomatar frá Nato hava tó tosað um at lata Ungarn sleppa undan at luttaka í felags loysnini.

Ungarn fær sannlíkt eisini møguleikan at sleppa undan at luttaka í felags bindingum millum Nato-londini um at stuðla Ukraina við 40 milliardum evrum – sløkum 300 milliardum krónum – hvørt ár komandi tíðina.

U tað er nóg mikið at sannføra Ungarn um at tigandi at takka ja til ætlanina, er ógreitt.

Ein diplomatur úr Nato, sum vil vera ónevndur, sigur at mótstøðan hjá Ungarn »serliga seinastu mánaðirnar« er vorðin ein hóttandi trupulleiki.

Ein annar ónevndur diplomatur sigur tó, at viðkomandi er optimistiskur í mun til at gera eina avtalu við Orbán.

Nato hevur higartil ikki verið beinleiðis uppi í vápnaveitingum til Ukraina av ótta fyri at fara um Russisk mørk.

Í staðin hevur USA, veruligi leiðarin í Nato og størsti veitari hjá Ungarn, samskipað veitingarnar frá limalondunum.

Umboð og diplomatar úr Nato vilja hava ætlanirnar samtyktar fyri komandi forsetavaliið í USA fyri at sleppa undan, at Donald Trump, um hann verður valdur, tekur stuðulin aftur.

/ritzau/AFP

 

Viktor Orbán hevur í seinastuni ávarað um vandan fyri veruligum kríggi millum Vesturheimin og russland, sum 24. februar 2022 gjørdi innrás í Ukraina. (Arkivfoto). - Foto: Alex Halada/Ritzau Scanpix