Nátungar og góðar fiskavørur á marknaðinum Vágsbotni

Í góðveðrinum í dag fæst nógv gott og etandi í Vágsbotni, og her savnast væl av fólki, tá útboðið er stórt og fjølbroytt.

Hevur tú hug til ein ella fleiri nátungar, hava hesir fingist til keyps í Vágsbotni fyrrapartin, har menn úr eitt nú Norðdepli hava selt feskan nátunga.

 

Fyrr í morgun stóð eisini onkur, sum hevði saltaðan nátunga, og sum skilst gingu hesir eisini sum heitt breyð.

 

Nátungatíðin fer nú at styttast.

 

Ætlar tú tær eitt kók - ella bæði tvey - eigur tú at hava eyguni eftir, nær nátamenn standa á marknaðarplássinum í Vágsbotni teir næstu dagarnar.

 

Maðurin úr Norðdepli, sum vit hittu fyrrapartin, ivaðist í, um teir fóru at koma aftur til Havnar, tí teir høvdu ikki meira at selja í løtuni.

 

Men, tað er ikki bara nátungi, sum hevur fingist á marknaðarplássinum í Vágsbotni fyrrapartin.

 

Sjógæti er eisini á marknaðarplássinum í dag við fleiri av umtóktu vørunum, sum fyritøkan hevur í sínum útboði.

 

Her er eitt nú ræstur fiskur, flak, kalvastykkir og liðug kalvasalat, og her er gulllaksafars, sum bara skal klamsast saman og leggjast á pannuna - og alt er í uttan tálg.

 

Sjógæti hevur eisini saltað spik og turt tvøst á søluborðinum í Vágsbotni.

 

Kvinnan, sum stóð á marknaðarplássinum fyri Sjógæta fyrrapartin, segði, at onkur útlendingur keypir spik og turt tvøst, tí tey hava hug at royna føroyskan mat.

 

- Meginparturin av teimum, sum keypa, eru føroyingar, men vit síggja eisini, at útlendingar, sum eru her og ferðast, keypa sær døgurðamat her, legði hon aftrat.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##