Nei, øll hava ikki ráð til bil

Svar til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um samtykta lógaruppskotið at strika stuðulin til at keypa persónbil, sum í áratíggju hevur verið ein rættur hjá fólki við varandi virkistarn.

Málið, sum MEGD í almennari grein 17. mai lýsti, og sum landsstýriskvinnan í útvarpstíðindunum 21. mai viðmerkti, snýr seg um, at Føroya løgting við ársenda 2023 samtykti lógarbroyting við sparing fyri eygað. Lógarbroytingin gjørdi, at fólk, sum orsaka av breki, hava tørv á vanligum bili, mistu stuðulin, tey høvdu rætt til.

 

Í tíðindunum varð landsstýriskvinnan endurgivin at siga, at fyri tey, sum hava tørv á einum bili, sum krevur nakað eyka, er skipanin óbroytt. Eisini varð sagt, at meginreglan er, at almannalóggávan leggur upp til, at tað eru tey, sum veruliga hava tørv á hjálpartólum og øðrum, ið játtanin er ætlað.

 

Tá lívlínan slitnar

 

Útsagnirnar, sum eisini síggjast aftur í viðmerkingunum til lógaruppskotið, kunnu geva ta fatan, at lógarbroytingin ikki fær nakra stórvegis ávirkan á fólk við breki, m.a. tí, at skipanin við stuðli til serútbúnað til persónbilar og til at keypa smærri bussar, sokallaðar kassabilar, jú heldur fram.

 

Men hjá fleiri av teimum, har ein persónbilur hevur verið álitið, er hetta eingin hjálp, og síggja vit longu fyrstu dømini um hetta. Sum tann tilkomin maðurin, sum fekk avslag at keypa sær nýggjan persónbil fyrr í ár. Buss kundi hann heldur ikki fáa, tí hansara virkistarn ikki lýkur treytirnar fyri at fáa kassabil, tí hann situr jú ikki í koyristóli, og serútbúnað til bil tørvar honum ikki. Men tørv á einum bili hevur hann so avgjørt.

 

Síðani vanlukkuna fyri 30 árum síðani hevur hann verið fyritíðarpensjonistur og er illa gongdur. Hann klárar ikki at ganga yvir til býarbussurin, og tí hevur bilurin í túninum alt vaksna lívið verið lívlínan til ein vanligan gerandisdag. Nú eingin stuðul verður veittur, hevur hann sum stakur fyritíðarpensjonistur ongan møguleika at keypa nýggjan bil, tí tað hevur hann einfalt ikki ráð til.

 

Foreldrini hava verið hjá politikarunum og rópt varskó, tí tey stúra fyri, at sonurin verður sosialt avbyrgdur heima við hús. Hjá hesum manninum – sum als ikki er eindømi – er bilurin eitt lívsneyðugt flutningstól, og hevur hann veruliga tørv á stuðlinum. Nakað, sum gamla lógin legði upp fyri.

 

Mistakið í lógarbroytingini er júst, at fólk, ið bera brek, verða javnsett við fólk annars. Sagt verður, at bilur er ein vanligur brúkslutur, og tí er eingin tørvur á stuðli hjá hesum at keypa bil.

 

Men hetta er ikki rætt. Fólk við breki eru ikki í somu støðu sum onnur. Tey hava ofta ikki nær somu inntøkumøguleikar og inntøkur, sum onnur, og hava harafturat eyka útreiðslur til fysioterapeut, húshjálp, heiluvág o.a. Og vegna brek kann bilurin vera teimum ein týðandi tillaging, ið kann tryggja javnstøðu og møguleika at luttøka, umframt eitt neyðugt flutningsamboð, sum hjá øðrum, ið ikki bera brek.

 

Ongar lýsingar og eingin ætlan

 

Tá ið Føroya løgting við ársenda broytti lógina við sparing fyri eyga, vóru hesi viðurskiftini als ikki tikin við. Ongan kanningar ella nærri lýsingar av viðurskiftunum hjá fólki við breki vórðu gjørdar. Ongin lýsing av, hvørt hetta fór at vera ein sparing, tá ið avtornar, ella tvørturímóti møguliga fór at kosta samfelagnum meira við tað, at fleiri gerast óvirkin og bundin av almannahjálp. Eingi hagtøl og ongar ætlanir um, hvussu hetta inntrivið kann fara at ávirka viðurskiftini hjá fólki við breki sum heild, vóru gjørd. Heldur eingin hoyring var av feløgunum, ið umboða fólk við breki.

 

Hetta hóast Sameindu Tjóðir í fleiri ár hava mælt Føroyum til at gera ein brekpolitiska virkisætlan, ið kann lýsa, um slík afturstig yvirhøvur eru sambærlig við altjóða skyldurnar, sum Føroyar hava bundið seg til á brekøkinum. Millum annað skylduna at beina burtur tær forðingar – eisini av fíggjarligum slagi – sum kunnu gera, at fólk við breki fáa gagnnýtt persónligar førleikar, fáa livað eitt virðiligt lív og ikki verða fyri mismuni. Og skylduna at menna rættindini á sosiala og fíggjarliga økinum – ikki at gera tey verri.

 

Tí eigur hendan lógin at vera broytt.

 

MEGD fegnast um, at Føroya løgting hevur samtykt lógina um brekrættindaumboð, og at verandi samgonga hevur sett sær fyri at gera eina brekpolitiska ætlan. Hetta vísur vilja at gera tað rætta, og er tað okkara vón, at politiski myndugleikin, saman við feløgunum, ið umboða fólk við breki, fara undir hetta týdningarmikla arbeiði sum skjótast.

 

 

 

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD