Niðurlendingar við nýggjum skipasniði

Ein niðurlendskur fiskimaður skal hava skipið, og ætlandi fer byggiverkætlanin á Padmos-skipasmiðjuni í gongd í august í ár.

Er hetta framtíðar fiskiskipið?

 

Niðurlendska skipasmiðjan Padmos hevur nýliga almennakunngjørt fyrstu tekningarnar av einari fiskiskipaverkætlan, tey rópa Octopus.

 

Sambært skipasmiðjuni er hetta meira enn eitt fiskiskip, og við diesel-elektriskum motorum til framdrift kann skipið í framtíðini eisini brúka aðrar orkukeldur.

 

Kystmagasinet.no, sum endurgevur tíðarritini, Hook and Net og National Fisherman, veit at siga, at fyrsta fiskiskipið at slagnum er bílagt.

 

Tað er ein niðurlendskur fiskimaður, sum skal hava skipið, og sambært tíðarritunum fer verkætlanin á Padmos-skipasmiðjuni í gongd í august í ár.

 

Skipið, sum verður 100 føtur ella stívliga 30 metrar langt, verður gjørt út til ymiskan fiskiskap, og skipið fer bæði at kunna einkulttrola og tvítrola. 

 

Byggikostnaðurin verður millum 44,5 og slakar 60 miljónir krónur - alt eftir, hvør útgerð verður umborð á skipinum.

 

Sambært tíðarritinum, National Fisherman, væntar skipasmiðjuni enn at fáa góðkenning frá niðurlendsku myndugleikunum, áðrenn byggingin kann fara í gongd.

 

Padmos-skipasmiðjan hevur serkunnleika í bygging av ymiskum sløgum av fiskiskipum og bátum, eins og Padmos eisini fæst við umvælingar av skipum og bátum.